Ongi úrslit

Nýggjur fyrispurningur: Nær byrjar MR-skanning av bróstum í Klaksvík?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil nú hava at vita, um Sjúkrahúsverkið er til reiðar at seta MR-skanning av bróstum í verk í Klaksvík.

© Klaksvíkar Sjúkrahús.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, ein nýggjan § 52a-fyrispurning um MR-skanning av bróstum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Skuldu vera klár eftir summarfrítíðina

Fyrr í ár upplýsti landsstýriskvinnan, at útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar til at seta MR-skanning av bróstum í verk væntandi fóru at vera liðug eftir summarfrítíðina.

Nú summarfrítíðin er farin aftur um bak, vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hava greiðu á, hvussu langt arbeiðið er komið.

Spyr um fyrstu skanningarnar

Hon spyr millum annað, um fyrireikingarnar eru lidnar, og um MR-skanningar av bróstum longu eru gjørdar í 3 Tesla-skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Er svarið nei, vil hon hava at vita, nær fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu væntast at verða settar í verk.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

10 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39