Nýggi sparkivøllurin í skúlagarðinum í Tvøroyrar skúla varð tikin í nýtslu við hátíðarløtu í dag. Verkætlanin varð sett í verk, eftir at táverandi næmingaráðið hevði borið fram ynski um ein sparkivøll í skúlagarðinum.
Myndir: Tvøroyrar kommuna
Næmingarnir tóku stigið
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, fegnaðist um, at verkætlanin nú var komin á mál. Skúlastjórin, Jón Johannesen, segði, at hetta var flottasti sparkivøllurin í landinum, og vónaði, at ungdómurin fór at brúka hann nógv.
Fyrrverandi næmingaráðslimurin Hans Henrik Strøm klipti bandið í øðrum endanum, meðan Ólavur og Helena, sum eru nývald í næmingaráðið, kliptu í hinum.
Hátíðarløtan endaði við brotssparkskapping millum Óla Johannesen og Toda Jónsson. Birgir Dimon stóð í málinum, og Todi vann sannførandi 3-0.