Ongi úrslit

Nýggjur útróðrarbátur til Strendur: Maru fer væntandi í vinnu um ein mánað

Nýggi útróðrarbáturin Maru er komin til Strendur. Nú verður seinasta útgerðin riggað, áðrenn hann fer fyrsta túrin.

© Sjóvar kommuna.
Nýggi útróðrarbáturin Maru kom seint týskvøldið til Strendur.
Edmund Jacobsen
13 tímar síðan

Nýggi útróðrarbáturin Maru kom seint týskvøldið til Strendur. Tað upplýsir Sjóvar kommuna.

Felagið Aron, sum er skrásett á Strondum, eigur bátin og skal reka hann. Maru er bygdur í Litava og er av slagnum Seigur.

Lastar 25.000 pund

Maru er 12,4 metrar langur og 4,5 metrar breiður. Hann lastar 25.000 pund og hevur ein 294 kW Scania-motor.

Báturin hevur síðuskrúvur bæði framman og aftan og er sambært kommununi sterkt bygdur.

Fyrsti túrur um ein mánað

Enn skal egningarmaskina og onnur útgerð setast upp og gerast klár. Ætlanin er, at Maru fer fyrsta túrin um ein mánað.

Tríggir til fýra mans verða við bátinum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

22 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58