Spennandi størv við møguleika fyri gransking og nýmenning kunnu fáa ungar granskarar at flyta til Føroya eftir lokna útbúgving. Tað heldur Marin Theodora Skaalum Joensen, sum lesur matvørutøkni og í løtuni skrivar høvuðsritgerð hjá lívtøknifyritøkuni Novonesis.
Hon heldur, at bæði vinnufyritøkur og Fróðskaparsetrið eiga at gera nógv meira fyri at fáa samband við føroysk lesandi uttanlands.
– Tørvur er á fólki við hægri útbúgving innan matvøruøkið, og her er so nógv, sum kundi komið burtur úr tí nógva tilfeinginum, vit í Føroyum hava – fyri vinnuna, fyri samfelagið og fyri universitet okkara, sigur hon.
Vann heiðursløn fyri tara
Marin hevur sjálv royndir við nýmenning. Saman við lestrarfelagnum Miku Damm Laursen vann hon heiðursløn á íverksetaraskeiðnum Skylab Ignite Program.
Verkætlanin snúði seg um at menna pakkitilfar úr føroyskum tara til matvøruvinnuna. Taran fingu tær frá Ocean Rainforest.
Hon sær eisini møguleikar fyri at knýta lesandi at granskingarverkætlanum innan fiskivinnu, alivinnu og aðra vinnu.
Setrið kann vera bindiliðið
Marin vónar, at ein matvøruútbúgving verður sett á stovn á Fróðskaparsetrinum. Setrið kundi samstundis verið bindilið millum vinnuna og lesandi uttanlands.
– Ein lesandi uttanlands átti at havt møguleikan at komið við einum góðum hugskoti og fingið hjálp til at ført tað út í lívið í samstarvi við vinnuna, sigur hon.
Serføroysk matmentan og serføroyskar matvørur kunnu eisini lokka granskarar til Føroya. Marin nevnir skerpikjøt og grind sum dømi um evni, ið illa kunnu granskast aðrastaðni enn í Føroyum.