Ongi úrslit

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

Áki Bertholdsen
3. mai 2025 kl. 11:19

Í gjárkvøldið ringdu fólk tik løgregluna um ein bil, sum koyrdi í Kollafjørði, tí koyringin var so óstøðug, at tey høvdu illgruna um, at bilførarin hevði kenning.

Løgeglan sigur, at tey fingu fatur á bilføraranum, men tað vísti seg, at hann var blanka edrúur.

Men tað var tann nýmótans teknikkurin í bilinum, sum spældi teimum eitt puss. Bilførarin hevði tað sum kallast »lane assist«, sum ger, at bilurin heldur seg í rættari vegbreyt.

Men har var okkurt, sum ikki riggaði akkurát, sum tað skuldi, tí tí sikksakkaði hann eftir vegnum.

Talan var um ein útlending í einum leigubili, so hann fekk boð um at fara til útleigaran og biðja hann kopla  »lane assist« frá so at hann fekk koyrt ordiligt.

Annars fekk ein bilførari 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikorið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Tað var nógv fólk í býnum og eina ferð hildu tey, at tað fór at verða bardagi uttan fyri eitt skeinkistað. Men tað bleiv ikki til meiri enn rættiliga harðmælt skeldarí ímillum nøkur fólk, men tey fóru hvør til sítt, uttan at leggja hond á hvønn annan.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30