Ongi úrslit

Nýtt danskt havrannsóknarskip skal savna týdningarmiklar dátur um lívið í arktisk

Danmark fær í heysti 2027 eitt nýtt havrannsóknarskip, sum er bygt til at sigla nærum ljóðleyst.

© DTU Aqua.
Dana V skal verða felags granskingarpallur fyri havfrøðiliga, maritima og jarðfrøðiliga gransking í ríkisfelagsskapinum.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Dana V skal virka í arktiskum havøkjum og skal eftir ætlan geva granskarum nógv betri møguleikar at kanna lívið undir sjónum uttan at órógva óneyðugt.

Skipið fær tveir diesel-elektriskar motorar, sum larma munandi minni enn vanligir skipsmotorar. Harumframt verður ein battarískipan umborð, sum eisini ger tað gjørligt at sigla í nærum fullkomiligari tøgn.

Bygt til tøgn undir sjónum

Sambært Jesper Sandager, skipara og deildarleiðara á DTU Aqua, hevur tað verið ein høvuðsmálsetningur at minka um larm.

– Jú minni larm vit gera, tess betri atgongd fáa vit til lívið undir vatnskorpuni, sigur hann.

Dana V skal verða felags granskingarpallur fyri havfrøðiliga, maritima og jarðfrøðiliga gransking í ríkisfelagsskapinum. Skipið skal eisini savna dátur um fiskastovnar, havumhvørvi og marinar tilfeingiskeldur.

Skal útbúgva komandi granskarar

Ein annar týdningarmikil leiklutur hjá Dana V verður útbúgving. Umborð verða møguleikar hjá lesandi at gera royndir til havs.

Skipið verður 70 metrar langt, vigar 2.545 tons og hevur pláss fyri 38 fólkum. Tað fær Polar Class 6-flokking, sum merkir, at tað kann sigla alt árið í ísi, sum er upp til 50 sentimetrar tjúkkur.

Tað er spanska skipasmiðjan Construcciones Navales P. Freire sum byggir skipið sum skal avloysa verandi havrannsóknarskipið Dana IV, tá tað verður latið í heysti 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

5 tímar síðan

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00