Ongi úrslit

Nýtt tilboð frá Sernámi: Dagstovnar fáa skjóta fakliga ráðgeving

Starvsfólk á dagstovnum kunnu nú ringja dulnevnt til Sernám og fáa fakliga vegleiðing um avbjóðingar í gerandisdegnum.

© Savnsmynd.
Nýggj opin ráðgeving frá Sernámi skal geva starvsfólkum á dagstovnum skjóta fakliga hjálp, áðrenn avbjóðingar í gerandisdegnum vaksa seg stórar.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Sernám hevur sett á stovn eina nýggja, opna ráðgeving fyri starvsfólk á dagstovnaøkinum. Endamálið er at geva lætta atgongd til óformliga fakliga ráðgeving, áðrenn avbjóðingar vaksa seg stórar.

Ráðgevingin er dulnevnd

Ráðgevingin er opin fríggjadagar klokkan 10–12. Starvsfólk kunnu ringja á 360 200 við fakligum spurningum, ivamálum og avbjóðingum úr gerandisdegnum.

Samrøðurnar verða ikki skjalførdar. Starvsfólk skulu hvørki upplýsa sítt egna navn, navnið á dagstovninum ella upplýsingar, sum kunnu eyðmerkja einstøk børn.

Talan er ikki um málsviðgerð, og ráðgevingin kann heldur ikki brúkast til støðutakan í einstøkum málum, visitatión ella skráseting hjá Sernámi.

25 minuttir til hvørja samrøðu

25 minuttir verða settir av til hvørja samrøðu. Vikuliga ber til at fáa ráðgeving innan talu og samskifti, sálarfrøði og sernámsfrøði.

Ráðgeving innan ergoterapi, sersamskifti og tekn til talu er tøk eina ferð um mánaðin fram til jóla.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

13 tímar síðan

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27

Sendistovan í Ísrael má varðveitast

1. oktober kl. 12:53