Fróðskaparsetur Føroya og øll átta universitetini í Danmark fara nú undir nýggja samstarvið STRIVE U.
Samstarvið verður sett á stovn 1. september 2026 og verður fíggjað við einari seks ára játtan frá Novo Nordisk-grunninum.
Endamálið er at styrkja burðardygga og tvørfakliga undirvísing. Lesandi, undirvísarar og onnur starvsfólk skulu fáa betri møguleikar at menna nýggj skeið og samstarv tvørtur um universitetini.
Nýggjur stjóri skal standa á odda
Leitað verður eftir einum stjóra, sum skal leiða samstarvið frá 1. oktober 2026 til 31. august 2032.
Stjórin fær ábyrgd av dagliga rakstrinum, fíggingini, frágreiðingum og samstarvinum millum tey níggju universitetini. Stjórin skal eisini seta saman eina lítla skrivstovu.
Skrivstovan verður á Keypmannahavnar Universiteti.
Fróðskaparsetrið við frá byrjan
Fróðskaparsetur Føroya verður við í samstarvinum frá fyrsta degi og fær lut í menningini og royndarverkætlanunum.
Umsøkjarar til stjórastarvið skulu hava drúgvar leiðsluroyndir. Tey skulu helst hava ph.d.-prógv og royndir innan burðardygd og útbúgving.
Umsóknarfreistin er 5. august 2026.