Ongi úrslit

Nýtt uppskot: Vaksin fáa rætt til ískoyti eftir ágang í barnaárunum

Vaksin, sum vóru fyri kynsligum ágangi í barnaárunum, skulu frameftir kunna fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð uttan ovara aldursmark.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Heilsu- og orkumálaráðið hevur sent eitt uppskot til ummælis, sum víðkar rættin til fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð.

Sambært uppskotinum verður núverandi aldursmarkið á 25 ár strikað. Broytingin fevnir um vaksin, sum stríðast við seinárin eftir kynsligan ágang í barnaárunum.

Borgarin skal rinda 60 prosent

Tilboðið hevur higartil verið umsitið av Almanna- og bústaðarmálaráðnum og hevur verið ókeypis. Sambært nýggju skipanini skal borgarin fyrst fáa ávísing frá kommunulækna.

Heilsutrygd skal síðani rinda 40 prosent av viðgerðini, meðan borgarin sjálvur skal rinda hini 60 prosentini.

Uppskotið ásetur eisini, at fólk í hesum bólki kunnu fáa ískoyti, hóast ávísingin verður givin seinni enn 18 mánaðir eftir tilburðin.

Allar fosturtøkur skulu geva rætt til ískoyti

Ein onnur broyting er, at 12 vikna markið í sambandi við fosturtøku verður strikað.

Í dag er rætturin til ískoyti treytaður av, at fosturtøkan er framd eftir 12. viku. Verður uppskotið samtykt, kunnu allar kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð – eisini um fosturtøkan er framd áðrenn ella í 12. viku.

Ummælisfreistin er 31. juli 2026. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30