Nýtt yrkingasavn: Aðalmálið var at kanna, hvar man finnur frið

Yrkinginasavnið fæst við homoerotikk. Hóast vit eru von við erotikk í føroyskum skaldskapi, so er hetta vanliga millum mann og kvinnu. Men í hesum savninum setti Beinir sær fyri at granska tey mannligu sambondini.

Katrin Joensen-Næs
14. mars 2021 kl. 15:07

Vælumtøkta yrkingasavnið Tann lítli drongurin og beinagrindin kom út í 2017 og var fyrsta yrkingasavnið hjá Beinir. Fýra ár eru liðin, og Beinir er nú klárur at lata sítt næsta yrkingasavn úr hondum hjá forlagnum Eksil. 

Beinir hevur skrivað, síðani hann var heilt lítil. Sum ungur drongur gekk hann til sálarfrøðing og í sorgarbólk. Har var tað lagt upp til, at man skrivaði kenslurnar hjá sær niður á pappír. Beinir lærdi seg síðani sum vaksin at seta niðurskrivingarnar upp, so yrkingar spruttu burturúr.

Hvar finnur man frið?:

Beinir hevur fleiri ferðir mist fólk, ið hann var góður við. Hann royndi at fara til grøvina hjá teimum: “Har fann eg onkutíð frið, men eg fann eisini útav, at í summum førum kann man bara velja sær eitt stað. Ofta velur man eitt fysiskt stað, men eg trúgvi uppá, at man kann førka tað hugtakið til eitt fyribrigdi.”

Í yrkingasavninum fann Beinir bæði fram til eitt fysiskt stað, ið er Sólgarðurin, og eitt inniligt rúm millum tvey góð.

“Einastaðni í savninum tosar ein abbi um tað farnu ommuna, og greiðir frá, at hon sjálv hevði lagað Sólgarðin. Har fór hon, tá hon vildi hava frið. Men tað sum Sólgarðurin umboðar er transendent og kann førast yvir til kynslívið.”

Beinir leggur afturat: “Eg royni at seta orð á, at tað er ílagi at njóta eina løtu, tá man ikki orkar meira.”

Homoerotiskt, men ikki vulgert:

Yrkinginasavnið fæst við homoerotikk. Hóast vit eru von við erotikk í føroyskum skaldskapi, so er hetta vanliga millum mann og kvinnu. Men í hesum savninum setti Beinir sær fyri at granska tey mannligu sambondini. Hann er nervøsur fyri útgávuni, tí homoerotikkur er lítið viðgjørdur í føroyskum skaldskapi, og hann óttast eisini fyri, at tað ikki verður tikið seriøst.

Beinir ynskti ikki at skriva nakað vulgert, men vildi heldur fáast við femininar lýsingar í mannligum sambondum: “Nakað vulgert verður ofta sett í samband við nakað maskullint. Men eg royni heldur at lýsa eitt mjúkt samband. Eg vil seta orð á, hvat man ger við hvønn annan, tá man liggur í seingini. Hvørja ávirkan hevur man á hvønn annan tá?”

Vil skilja listafólkið frá verkinum:

Tað er vanligt, at man vísir listafólkinum áhuga, tá eitt verk verður umrøtt. Men Beinir ynskir, at sleppa undan hesum:

“Eg eri rættiliga nervøsur, tí at fólk í Føroyum ofta hava hug til at lesa skaldskap øgiliga biografiskt. Eg má kunna gera mun á mín privata persónin, og persónin sum eg leggi fram í verkinum.”

Øðrvísi snið:

Yrkingarnar í savninum standa niðast á síðuni, heldur enn í miðjuni ella ovast, sum annars er vanligt. Hetta er tilvitað:  

“Um tað stendur niðast á síðuni, so má lesarin fyrst koyra høvdið niður ímóti bringuna og lyfta bókina longri upp. Tað ger, at tann sum situr við síðuna av ikki fær lisið, tí viðkomandi sær bara tað, sum stendur ovast. Tankin er so, at hetta skapar nærleika millum lesaran og yrkingina.”  

Komandi tíðin:

Í síðstu viku las Beinir upp úr savninum til eitt tiltak í Sirkus, og móttøkan var góð. Yrkingasavnið verður til keyps í handlunum komandi mikudag, og komandi tíðina verður møguleiki fyri at hoyra Beinir lesa upp úr savninum ymsastaðni í Føroyum. Sólgarđurin verđur fyri fyrst lagt fram a Bókamiđsøluni týsdagin 16 mars.