Danski poppsangarin Andreas Odbjerg var sera hugtikin av føroysku náttúruni, tá hann vitjaði Tindhólm undan konsertini á Summar Festivalinum.
Odbjerg kom til Føroyar fyrradagin saman við fylgi sínum. Hetta var fyrstu ferð, at hann vitjaði á klettunum, og tey fingu eisini høvi at uppliva nakað av tí, sum føroyska náttúran hevur at bjóða.
Ein av útferðunum gekk til Tindhólm, og har fekk danski sangarin eina uppliving, sum gjørdi stórt inntrykk á hann. Odbjerg segði, at hann ongantíð áður hevði upplivað nakað líknandi.
Hóast vitjanin var stutt, fekk hann sostatt bæði upplivað føroyska náttúru og føroyskt tónleikahuglag.
Í gjárkvøldið framførdi hann á Vágsbøi, har nógv fólk vóru komu fyri at hoyra danska poppsangaran.
Andreas Odbjerg er ættaður úr Odense og fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2022 við sanginum Stor mand, sum hann skrivaði og framførdi saman við Tobias Rahim. Síðani hevur hann havt fleiri stór hitt, eitt nú I morgen er der også en dag, Jeg tror jeg elsker dig for evigt og Hjem fra fabrikken.
Konsertin á Vágsbøi í gjárkvøldið var sostatt eitt av hæddarpunktunum á fyrstu Føroya-ferðini hjá danska poppsangaranum.