Ongi úrslit

Odmar er aftur á toppinum

KÍ verjuskansin er komin seg heilt eftir løstin, sum hann fekk í summar

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli millum Føroyar og Kasakstan. Dómarabólkurin er av Malta, og dómari er Ishmael Barbara.

Tá ið Odmar Færø 15. juli og 10 minuttir undan leikloki fór av vøllinum í Luksemborg, har KÍ í Champions League vann 2-1 ímóti FC Atert Bissen, sá tað einki serligt út fyri restini av kappingarárinum hjá KÍ verjuspælaranum.

Odmar bløddi úr munninum, nøsini og eygunum, og tað vísti seg, at talan var um fleiri brot í høvdinum. Tíbetur tók hetta seg so mikið væl upp, at Odmar var millum teir fyrstu ellivu, tá ið KÍ spældi steypafinalu ímóti Víkingi. Tá noyddist hann tó av vøllinum mitt í seinna hálvleiki.

-Talan var ikki um serligan skaða, og nú eri eg væl fyri og førur fyri at spæla í 90 minuttir. Hvussu tað so verður, tá ið vit týsdagin fara at spæla í Moldova og í hinum báðum dystunum í hesum umfarinum í Nations League, fer tíðin at vísa, sigur Odmar Færø, sum í dag verður á landsliðnum fyri 71. ferð.

Hann heldur, at Føroyar í dag hava møguleika at vinna ímóti Kasakstan, og hann sær greiðan fyrimun í tí, at Føroyar í dag eru a heimavølli.  

-Tað hava vit sæð seinastu ferðirnar. Stuðulin frá áskoðarunum var framúr, tá ið vit vunnu 4-0 ímóti Montenegro, og tað var heilt víst avgerandi, tá ið vit vunnu 2-1 ímóti Kekkia, at áskoðararnir og serliga 12. maður vóru so eldhugað, og vit vóna, at tað eisini bæði fer at síggjast og hoyrast, at tað eru vit, sum eru á heimavølli, sigur KÍ miðverjin og verjuálitið á landsliðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

8 tímar síðan

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30