Ongi úrslit

Odmar Færø er nýggjur liðformaður

Viljormur Davidsen, sum hevur verið liðformaður, og sum er royndasti maður í hópinum, er í dag á beinkinum

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Teir fyrstu elllivu eru nett teir, sum tað í Sosialinum í gjár varð roknað við. Tað vil siga, at royndasti maðurin í hópinum Viljormur Davidsen, sum hevur spælt 94 landsdystir, og sum seinastu ferðirnar hevur verið liðformaður, í dag er á beinkinum.

Nýggjur liðformaður er Odmar Færø, sum í dag er á landsliðnum fyri 71. ferð.

Hann er í miðverjuni saman við Gunnari Vatnhamar og Andriasi Edmundsson. Sentralir miðvallarar eru Géza Dávid Turi og Jóannes Bjartalðið. Jóannes K. Danielsen og Martin Agnarsson eru vongverjar, Áki D. Samuelsen og Hanus Sørensen eru framrættaðir í borðunum, og Petur Knudsen er fremsti maður.

Mattias Heðinsson Lamhauge er millum stólparnar.

Á føroyska beinkinum:

Bárður á Reynatrøð, Ari í Haraldstovu Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam, Jann J. Benjaminsen, Poul Kallsberg, Emil Weihe Joensen, Mattias Hellisdal, Adrian Justinussen og Jørgen Nielsen

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

8 tímar síðan

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30