Ongi úrslit

Ólavur setti nýtt met í Estlandi

U-21 landsliðið: Longu undan tveimum teimum síðstu dystunum er tað greitt, at Føroyar í hesi kappingini seta nýtt stigamet

Jóannes Hansen
1 tími síðan

Tá ið Føroyar í gjárkvøldið vunnu 2-1 í Estlandi, vunnu Føroyar seg upp á 12 stig í hesi EM undankappingini. Gamla metið, sum var 11 stig, stavaði frá 2011, tá ið Bill Jacobsen og Heðin Askham vóru venjarar.

Ólavur Mikkelsen er U-21 landsliðsvenjari, og tað er møguleiki hjá venjaranum og hansara monnum at vinna uppaftur fleiri stig. Tað eru tveir dystir eftir at spæla í hesi EM undankappingini. Teir eru báðir á heimavølli. Tann fyrri verður nú mikudagin í Klaksvík, tá ið Luksemborg verður mótstøðuliðið, og tann seinni verður annan týsdag, tá ið Ísland verður mótstøðuliðið.

Stóri maðurin á føroyska liðnum í Estlandi í gjárkvøldið var Aron Benjaminsen, sum smáar tíggju minuttir eftir steðgin legði Føroyar á odda eftir málverjumistak, og sum í 66. minutti og eftir einmansavrik úr høgru økti um munin.

Tá ið tað restaðu 10 minuttir, minkaði heimaliðið um munin við brotssparki, men Hans Jákup Arngrímsson, sum var liðformaður og málverji, og hansara menn megnaðu at halda tørn um leiðsluna, og so er tað veruleiki, at Føroyar fyri fyrstu ferð í U-21 EM undankapping hava vunnið 12 stig.

Aron Benjaminsen

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

4 tímar síðan

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30