Ongi úrslit

Óli var í flokki heilt fyri seg

Føroyar tóku í kvøld fyrsta stigið ímóti EM endaspælinum, sum verður eftir ársskiftið í 2028

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Í kvøld spældi føroyska hondbóltslandsliðið fyrsta dystin í nýggju EM undankappingini fyri menn. Málið er at vinna Føroyar í EM endaspælið, sum í januar 2028 verður í Spania, Portugal og Sveis.

Sunnudagin fer føroyska liðið at spæla í Montenegro, og føroyska liðið fer at landinum við sjálvsáliti og tveimum stigum. Í kvøld var úrslitið í høllini við Tjarnir 37-30 ímóti Kosovo. Hálvleiksstøðan var 20-13.

Heilt stóri spælarin á føroyska liðnum í kvøld var Óli Mittún, sum skoraði átta mál og var toppskorari og dagsins spælari. Umframt at vera toppskjútti so legði Óli Mittún upp til eins nógv mál og hann skoraði.

-Vit spældu væl fyrstu trý korterini, og so dalaðu vit, og tað sást aftur á tølunum, tí eina løtu vóru vit frammanfyri 30-20. Vit misnýttu nógvar málmøguleikar, og vit hjálptu ikki okkara málverja so væl, sum vit kundu havt gjørt, sigur toppskjúttin Óli Mittún.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki so nógv á vøllinum í kvøld, sum Óli Mittún var.

-Tað var hugaligt, at allir spælararnir fingu høvi at royna seg, og at Pauli Høj fyri fyrstu ferð skoraði á landsliðnum. Eg kenni meg vera væl fyri, og sunnudagin verður talan um nýggjan dyst og stóra avbjóðing í Montenegro, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum í kvøld skoraði fimm mál.

-Vit eiga altíð vera nøgdir við at vinna EM undankappingardystir, og tá ið vit vinna við sjey málum, eiga vit at vera heilt væl nøgdir. Nú fara vit at hvíla, eta og sova og so fara vit at fyrireika okkum til dystin sunnudagin, sum er týdningarmikil, sigur landsliðsvenjari Peter Bredstorff-Larsen, sum fegnast um, at møguleiki var at geva øllum spælarunum møguleikan.

Eftir dystarlok stóðu børnini í bíðirøð fyri at fáa autograf frá Óla Mittún

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

6 tímar síðan

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42