Ongi úrslit

Oljuprísurin er nú fallin til undir 80 dollarar

© ChatGPT
Vitlíkismynd
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Brent-oljuprísurin lækkaði í dag, eftir at fráboðanir komu um framstig í friðarsamráðingum millum USA og Iran.

Hetta hevur minkað um óttan fyri órógvi á oljuflutninginum gjøgnum Hormuzsundið, sum er eitt av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum.

Brent-ráolja var handlað fyri umleið 79 dollarar tunnuna, meðan amerikanska WTI-ráoljan lá um 75 dollarar tunnuna. Báðir prísirnir eru lægri enn fyrr í hesum mánaðinum.

Sambært frágreiðingum eru partarnir vorðnir samdir um eina karmaskipan fyri framhaldandi samráðingar. Marknaðurin tulkar hetta sum eitt jaligt tekin, ið kann minka um vandan fyri avmarkaðari oljuveiting.

Lægri oljuprísir kunnu á sikt føra til bíligari brennievni og flutning. Í Føroyum eru tó framvegis munir á dieselprísunum hjá oljufeløgunum.

Effo dagførdi sínar prísir 16. juni, meðan Magn seinast dagførdi sínar tann13. juni. Sambært teimum almennu príslistunum kostar vanligur diesel 10,52 krónur fyri liturin hjá Effo og 11,41 krónur hjá Magn.

Sostatt er dieselprísurin hjá Magn hægri enn hjá Effo sambært seinastu almennu príslistunum. Vinnukunda-prísir kunnu tó víkja frá teimum almennu pumpuprísunum.

Hóast príslækkingina á altjóða marknaðinum er óvissan framvegis stór. Spenningar í økinum og ógreið tíðindi um støðuna kring Hormuzsundið kunnu skjótt ávirka marknaðin aftur, og nógv veldst tí um, hvussu støðan í Miðeystri mennist komandi vikurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

Í gjár kl. 09:32

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

18. juni kl. 13:36