Í sambandi við at tað í dag 29. august er altjóða dagur hjá ST móti kjarnorkuroyndarspreingingum, vil nevndin í føroysku friðarrørsluni heita á løgting og landsstýri um at varðveita Føroyar sum eitt kjarnorkuvápnafrítt øki við avmarkaðum hernaðarligum virksemi.
Henda áheitan er í trá við nakrar søguligar løgtingssamtyktir eitt nú tann frá 1984, sum ásetti, at Føroyar skulu haldast uttan fyri ósemjur landanna millum og at sýtt verður fyri, at stríðsútgerð verður goymd á føroyskum øki. Løgtingið lýsti eisini við hesari samtykt, Føroyar at vera kjarnorkuvápnafrítt øki.
Síðani fyrstu kjarnorkuroyndarspreingingina 16. juli 1945 eru fleri enn 2000 framdar.
Tað eru í dag 9 lond, ið hava kjarnorkuvápn, harav kjarnorkuveldini USA, Russland, Kina, Stórabretland og Frankaríki, sum øll eru limir í trygdarráðnum hjá ST og hava sýtingarrætt har. Hini 4 londini, ið hava kjarnorkuvápn, eru India, Pakistan, Norðurkorea og Ísrael. Umleið 30 av heimsins londum eru umfataði av kjarnorkuvápnaskipanini hjá nevndu londum, harav øll NATO londini.
Sambært nýggjastu ársfrágreiðingini hjá friðargranskingarstovninum SIPRI, so eru umleið 12187 kjarnorkuspreingiløðingar tøkar, harav umleið 9745 klárar á goymslu til hernaðarligt brúk. USA og Russland eiga nógv tær flestu, umleið 83%.
SIPRI metir, at kjarnorkuvandin er øktur seinastu tíðina orsakað av, at heimsins leiðarar í stóran mun leggja til rættis teirra hernaðarverju og -strategiir tengt at kjarnorkuvápnum. Í hesum sambandi økist vandin í trá við at tøkniligu menningina av kjarnorkuvápnum, niðurlaging av eftirlitinum av teimum og spentu geopolitisku støðuni.
Í 2017 samtyktu flestu av londunum í ST sokallaða TPNW sáttmálan (Treaty on the Prohibition of Nuclear Weapons) – forboð viðvíkjandi kjarnorkuvápnum. Í dag hava 95 lond undirskrivað sáttmálan, harav 75, ið hava sett hann í gildi. Tað er hugvekjandi men eisini ófrættakent, at einki av teimum 9 londunum, ið hava kjarnorkuvápn, og ei heldur NATO limalondini, hava undirskrivað TPNW sáttmálan.
ST hevur síðani stovnanina í 1945, og eftir at kjarnorkubumburnar vórðu sleptar yvir Hiroshima og Nagasaki fyrr sama ár, havt basing av kjarnorkuvápnum sum eitt av sínum kjarnumálum. Men í trá við hervaldsgeringina av samfelagsligum viðurskiftum, sum vit eisini síggja í Føroyum og í hinum norðurlondunum, har Danmark, Norra, Svøríki og Finnland nýliga hava givið loyvi til, at USA kann gera brúk av fleiri av teirra herstøðum, er tað komið har til, at dubbingin økist eisini við atliti at kjarnorkuvápnum her um okkara leiðir.
Nevndin í friðarrørsluni vil tí við hesum brævi heita á tykkum løgtingslimir og landsstýrisfólk, um at bera so í bandi, at friðarboðskapurin um Føroyar sum eitt kjarnorkuvápnafrítt øki við avmarkaðum hernaðarligum virksemi, ið áðurnevnda løgtingssamtykt ásetti, verður kunnað um til heimsins leiðarar eitt nú í teimum altjóða fora, tit løgtingslimir og landsstýrisfólk luttaka regluliga í; tað verið seg í Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðnum og á ST og NATO fundum.
Eisini er týdningarmikið, at løgmaður kunnar um hesa áheitan frá friðarrørsluni á fundum í Samstarvsráðnum, har hann luttekur saman við danska forsætisráðharranum og grønlendska landsstýrisformanninum.
Innihaldið í hesari áheitan er í høvuðsheitum í trá við stevnumiðið hjá Nordisk Fredsallianse, sum føroyska friðarrørslan er vorðin limur í og luttók á fundi hjá á Hardangerakademinum í Jondal í Norra mánaðarskiftið juli/august í ár.
Við vón um, at løgting og landsstýri fylgja upp á hesa áheitan frá friðarrørsluni.
Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði
Henrik Weihe Joensen, forfólk
Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk
Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur
Petur Asano, nevndarlimur
Ólavur Weihe Joensen, skrivari