Tað var ein opinbering av teim heilt sjáldsamu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har Gekkadagur er. Ja, Gekkadagur fyri April Fool's Day.
Leikarar eru teir fimm konservatoriútbúnu Bergur Fonsdal Johannesen sum makfullkomni kirkjumaðurin Frollo, Maria á Lakjuni Djurhuus sum vakra sigoynaragentan Esmeralda, menninir hava hug á, Borgfríð Fonsdal Johannesen sum mishátti Quasimodo, burturgoymdur og desimeraða ímyndin av útskúgvan uppi í klokkutorninum, Aksel Dánjalsson Remmel sum rættskafni hernaðarleiðarin Phoebus og Ári Berghamar Danielsen sum frásøgumaðurin og barnsins umbosmaður á palli, Clopin.
Ein samansjóðaður bólkur, sum lýtalesur í sangi, tóna og leiki alla tað drúgvu tíðina, sangleikurin vardi, kundi leverað pitch perfect í akrobatiskum og komiskum rørslum, og ganga inn og út um gluggan, sum børnini syngja, framhaldandi og óbrotið, og spæla uppá rullandi ljóðføri frá marimba og klaver til kontrabass og gittar, sum bráddliga eru skótvápn, og syngja liggjandi, sum hin doyggjandi Esmaralda, ið øll eru forelskaði í, í endanum.
Og á bakvegginum at skapa sannførandi perspektiverandi kirkjudýpd, this is it - the buck stops here, er høga pípu- og pumpuorlið við spegli, sum eg hugsi, at øll uppá skift sita við. Tú mást fylgja væl við hesum tour de force økt at sanna, hvør akkurát nú er hvør.
Jákup Veyhe, sum í 2015 fekk mentanarvirðisløn frá Tórshavnar Býráð fyri mentanaravrik, er leikstjóri. Hann er ein heilt egin søgusigari frá satiruni Pipar og Salt, útvarpssøguni úr Mórugøtu og nýliga við Listaleypabólkinum hettarher. Skúlin er hugsaður inn í tematikkin og boðskapin, sum aktuelli leikurin tekur upp og viðger, sum eg síggi og fati hann.
Birgit Remmel hevur týtt til konsist og munnbart liberalt føroyskt, og litríku búnarnar, sum alla tíðin eru lættir at skifta og representativt greiðir, serliga krossarnir hjá Frollo, hevur Anna Kristin Bæk gjørt.
Rørslur og svingandi akrobatikkur, ið onkuntíð er á markinum til at verða vandamikil, og heilt vist júst tí ger tað stuttligt hjá skúlabørnum at síggja í einum suspens høpi, tryggjar koreografurin Jakup Pesek.
At krevjandi ljóðið samstundis er nærverandi og rætt transmittera - hetta er fremsta laiv kravið at lúka frá medlivandi áskoðaranum - stendur Baldur Kampmann fyri.
Suni Joensen skapar og gandar fram ljósið, og so má eg nevna, nú vit nema við eyguni og visuella partin av ferðandi pakkakonseptinum, sum eg giti at leikurin er. At fata hann og fysiskt taka hann inn í barnasinnið, hevur Sámal Blak gjørt risa stórar flutningskassar, við pílum, sum stuðla upp undir sangtekstin og beint úr logistisku flutningsvinnuni vísa við speditøráskrift, hvat er upp og niður. Men hetta er ikki bert ein pakkaloysn til instrumentini, at verja tey í kassum og savna tey í bólkar og senografiskt taka tey fram, lyfta og lýsa upp so hvørt, sum í sjálvum sær er funktionelt væl frágingið. Men hetta er í mínum eygum eisini ein estetisk siping til japanska leiklist av no-slagnum, sum eg ikki havi sæð síðan amerikanski Benjamin Bagby og hansara fólk undir navninum Sequentia framførdu "Edda" á sama gólvi á Listastevnu Føroya í 2003. Hetta, hugsi eg, var besti senubygnaður og estetiska innramming av eini djúpt humanistiskari verðinssøgu, sum vit nú skriva okkum inn í, síðan ta framførsluna.
Persónliga, politiska og religiøsa maktin yvir øðrum - júst sum vit í tíðindunum uppliva úr landstýri og útnorðurráðnum beint nú - happing og útihýsan, sum polariseraða nútíðarsamfelagið greitt leggur upp til, beint her hjá okkum, tað er kjarnuevnið í leikinum.
Ein gamaní brandpolitisk, men eisini samhugapoetisk forering til undirvísingarverkið at viðgera í hóskandi eygnahædd saman við næmingunum í hesum ófriðarligu tíðum, ið júst var heitið á leikinum hjá Kristin í Geil í 1908, sum viðgjørdi hendingar hundrað ár fyri, ið sum einki er at meta í tíðarinnar wide screen alin, tá vit fara til Victor Hugo og hansara visualisering av meginkirkjuni Notre Dame.
Øll søgubrotini kunnu uttanífrá tykjast stokkut, men hildin sum gjøgnumskygd tapet millum øldir, sum Jóanes sigur, er kjarnusøgan hin sama. Samhugi og at taka sær av teim veikastu, ið er beint móti teim sterkastu politisku signalum og útmeldingum, ofta framsettar í grunnum og barbariskt ómentaðum sinnismuni á talarstóli hins hægsta, her og aðrastaðni, meðan øll hyggja og hoyra, og eingin letst um vón. Tað er løgna tingið í dag.
Representantiva valdið, sum vit velja á ting fjórða hvørt ár, er so langt frá fólkinum, at samhugavirðini kámast og standa til at falla. Loysnin er, sum Dario Fo, segði, at ganga til sjónleik. Annars er deyðin í durinum.
Við sama skálkabrosi og blinkstri í eyganum er nýggi fimmmannabólkurin, sum ber níggjustavilsisorðið, Fjøltáttaða Dramaverkstovan, lendur bent her og nú, sum tey syngja. Heilt vist fer fyrsti flokkur at halda tað verða stuttligt at klappa níggju ferðir eftir navninum heima í skúlastovuni.
Zooma vit inn, er tað maktkristindómur, sum í optikkinum stendur fyri skotum í hesum nýskapandi og út í odd og egg professionella føroyska sangleiki.
Við sangum hjá Oscarvinnarunum Alan Menken og Stephen Schwartz, sum í hálva øld hava vælsignað okkum við leikum, har hesin er millum teir álvarsamastu, tekur sangleikurin - sum í veruleikanum er ein sniðfundig listakonsert við klappi og floytan, sum millum hvønn sang skapar dynamiska interektión við fjøldina sum í Last Night of the Proms - støðið í søguni hjá stóra evropeiska humanistinum, Victor Hugo (1802-1885), "Notre-Dame de Paris. 1482", sum kom út í 1831.
Og so er tað tað við resonansi, hvat vit longu kennast við og hvat nemur okkum, sleppa vit ikki takinum undir nýggjum avbjóðingum, meðan vit ganga inn og út um gluggan.
Mariu á Lakjuni Djurhuus kenni eg sum eina ekvilibristiska rødd, ið við perfektión, valøri og klangstyrki kann lyfta allar uppgávur og røkka út í hvønn krók við ágangandi styrki, men eisini teim mest fínføldu innvendu kenslum, alt eftir høvi, karmi og ætlan.
Helst er hetta tí, at mín resonansur ella klanggevandi lurtarabakgrund, er fyrst brøðrasamkoman og síðan rokktónlekur, har Beatles og Beach Boys eru fremstir við konseptplátum sum Sgt Pepper og Holland, og síðan Byrds sum skreytsukur omaná plátusavnið, ið altíð letur upp fyri nýggjum harmoniskum lurtingum, Pet Sounds or not.
Soleiðis eru føstu og hevdvunnu demarkatiónslinjurnar, sleppa tær ikki at brýnast, sum við tílík kærkomin høvi. Har prædika verður til onnur, enn kórið, so vit sleppa burtur úr tí sjálvsagda.
Harafturat havi eg øll míni arbeiðsár, so ella so, fingist við tilfar til skúlaøkið, sum er hitt resonansumráðið, har tónleikur og myndlist ofta verður brúkt sum andstøða upp móti orðasterku mest sum monolitisku bókstavamentanini at finna, sanna, friðhalda og friðhalga 'identitetsmæssige søgebevægelser' sum lærdi lærarin, hann var kvinna, á Danmarks Pædagogiske Universitet segði, tá skúlanæmingar sleppa at boltara sær í tónleiki frá Spice Girls og Beach Boys.
Tí var tað ein opinbering av teim heilt sjáldsamu, sum bráddliga gav hesum gamla gnagandi skúlatanka um stoisku bókstavatrúnna, at hoyra Berg Fonsdal Johannesen opna munnin, og langleittur sum kliptur úr Alman Brothers á motorsúklu í hálvfjerðsunum við krúllaðum yvirskeggi, teatralskt spælandi eygnakúpum og anarkistiskum kropsmáli millum komikk og tað strangt seriøsa - sum tað eftir librettobókini eyðkennir eina operaariu - rulla seg út á pallinum, so eg við fyrsta andadrag hoyri fyrst ómiskenniligt eysturoyarmál, ikki norðarlaga, men syðri, og innlagt í málførið, eftir einum millisekundi hoyri ein spælandi, kanska argandi, religiøsan tóna við passandi luft á stemmuni, og so í tekstinum, sum í triða lagi er akkurát prestaskapur, ovast á bunkanum úr fílabeinstorninum á Notre Dame kirkjuni, ferðamálinum í París, so vit ferðabúgvin í lívsins dannilsi standa millum kitsj og álvara, skúla og kirkju, forvitin, tí hetta havi eg ongantíð sæð fyrr.
Samvirkandi aktørar og upployst markamót á hægsta støði. Tað er tað nýggja. The New Black. I'm speechless. Málleysur. Og tað er gott tað sama, tí á pallinum hava tey øll fimm málið og ætlanina í varðveitslu, okkara vegna, hesa lívsfrísku fragdarløtu eitt fríggjakvøld við frumframførslu í Havn.
Statt so. Neyvan hevði henda samanrenning verið møgulig, leita vit aftur móti aldarskiftinum, sigur ein í steðginum. Eg kann bara nikka.
Ein ynskisøga at eygleiða og njóta, og kanska eisini viðgera í professionellum arbeiði eftir føroysku frumframførsluna í Norðurlandahúsinum. Ynskisøgan verður tá ein ynskistøða, tí hon viðger so stór og grundleggjandi viðurskifti í okkara søgu og mentan.
Nú er leikurin við teim fimm, ið spæla út sum eitt, at síggja og uppliva í høllini í Norðurlandahúsinum, fyri stór og smá, kanska við børnum í triðja flokki sum yngsta marki, vildi eg mett, men tað velst, hvussu lærarar á staðnum kunnu fyrireika hesa uppliving, sum øll eiga at fáa í boði.
Leikurin er drúgvur, varir hálvt annað hundrað minuttir íroknað ein steðg, har kaféin í forhøllini er opin. Tað er sjálvsagt, at størsta mentanarhúsið hevur opna og tænastusinnaða kafé við málrættaðum úrvali, so vitjandi kring mentanaraktivitetir og tiltøk í friði og náðum kunnu seta seg at skifta orð um tað upplivaða. Júst tað er mangulvøra, fullkomin manko, sum bókhaldarar siga, á teim støðum eg vanliga frekventeri niðri í miðbýnum. Tað er ikki nóg gott fyri mentabýin Tórshavn.
Hóast tað er drúgt og leingi, keddi eg meg ikki eitt sekund. Tað, sum er gott, verður væl betri, tá góð fólk koma saman, at lurta eftir tí, sum longu í fyrndarføðingini varð gott og greitt, og síðan væl hugsað og enn betri eksekverað. Tá rakar tú ikki ein einasta skeivan tóna. Soleiðis søgdu míni oyru.
Síðan Notre Dame kirkjan brendi eru helst fleiri, ið halda leikin vera enn aktuellari og týdningarmiklan at taka fram og seta á pall. Eg eri avgjørt ikki ósamdur. Tí polariseringin millum ilt og gott, vakurt og ljótt, djeuvul og eingil, okkum her og hini uttan úr heimi, er aldri aktuellari enn beint nú.
Danska forlagið Gyldendal gav í 2007 út "Børnenes Ænsyklopædi" við barnavendum uppsløgum eftir bókstavaraðnum um eingil og djevul, og "Aschehougs Biografiske Leksikon" kom fyrstu ferð út fyri aldarskiftið at lýsa hundraðvís av alment kendum persónum, sum aldri hava livað, teirra millum Quasimodo í eini vaksnamannayrking eftir Peter Langdal, um at varða sær, hvat kann koma úr kúluni á rygginum, tá Gekkadagur er.
Hetta er framførðsla, konsert og leikur av aktións slagnum, aktiverandi aktións teatur, beint framaná, hóast bundið at einum tí sterkasta umsorganar bókaverkinum í øldir.
Hetta varð mín resonerandi opinbering úr torninum.
Hvat er títt torn, og hvør varð tín opinbering?
Tað er dannandi avbjóðingin eftir at hava sæð henda leikin. Sterkari og innihaldsríkari kann tað valla verða.
Takk fyri ómakin, óhoyrt høga listarliga støðið og pallsetingina, sum í mínum føri resoneraði perfekt og tí skapti eina sjáldsama hugvekjandi løtu í Norðurlandahúsinum, sum fer at liggja leingi á, í hvussu alt hetta valskeiðið.
Allir góðir einglar fylgið tykkum í framhaldandi virkseminum.
Myndirnar tók Gwenaël Akira Helmsdal Carré.