Ongi úrslit

Orkað hevur rindað bót fyri ólógliga marknaðarføring

Orkað hevur rindað 30.000 krónur í bót eftir ólógligar uppringingar og sms-boð til føroyskar borgarar.

© Brúkaraumboðið.
Edmund Jacobsen
13. mai kl. 07:11

Fyritøkan Orkað hevur rindað eina bót á 30.000 krónur fyri brot á marknaðarføringslógina, eftir at Brúkaraumboðið fekk fráboðanir um óynsktar uppringingar og sms-boð frá fyritøkuni til borgarar.

Sambært Brúkaraumboðnum hevur Sp/f 16, sum rekur virksemi undir navninum Orkað, ringt og sent sms-boð til borgarar við tilboði um skorsteinsreinsan. Í boðunum varð sagt, at fyritøkan var í økinum.

Brúkaraumboðið vísir á, at slíkt samskifti ikki er loyvt sambært § 6 í marknaðarføringslógini, uttan so at borgarin frammanundan hevur givið samtykki. Lógin fevnir um marknaðarføring við telefon, sms og telduposti.

Ringdu fleiri ferðir til somu borgarar

Málið varð mett sum álvarsamt, tí at fyritøkan sambært Brúkaraumboðnum í summum førum hevði ringt fleiri ferðir til somu borgarar, hóast tey høvdu biðið um ikki at verða uppringd aftur.

Brúkaraumboðið valdi tí at senda málið til fútan við áheitan um at reisa ákæru móti fyritøkuni.

Orkað hevur síðani viðurkent brotið og rindað bótina á 30.000 krónur. Sambært Brúkaraumboðnum varð málið meldað í januar 2024, og bótin varð goldin 3. apríl sama ár.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

20 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47