Føroyar kunnu fáa 18 ára aldursmark fyri sølu av orkudrykkjum.
Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan § 52a-fyrispurning um málið. Hann vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at seta aldursmark, og um so er, hvussu høgt tað verður.
Verður einki aldursmark sett, vil hann hava landsstýrismannin at grundgeva fyri, hví so er.
18 ára mark hevur verið í hoyring
Málið er ikki nýtt. Eitt føroyskt uppskot til kunngerð við 18 ára aldursmarki fyri sølu av orkudrykkjum var í hoyring frá desember 2025 til januar 2026.
Sambært fyrispurninginum tók Heilsustýrið undir við markinum. Stýrið hevur eisini mælt til, at fólk undir 18 ár ikki skulu sleppa at keypa orkudrykkir, og at ávaring um vandarnar við orkudrykkjum eigur at vera á hvørjum blikki.
Hvør fimti drekkur orkudrykk dagliga
Í fyrispurninginum verður eisini víst til eina nýggja norðurlendska kanning millum 15–19 ára gomul.
Sambært kanningini drekka stívliga 20 prosent orkudrykk minst einaferð um dagin, og væl meira enn helvtin drekka orkudrykk minst einaferð um vikuna. Harumframt siga 17 prosent, at tey ikki klára dagin uttan orkudrykk.
Fleiri evropeisk lond hava longu sett aldursmark fyri sølu av orkudrykkjum. Í Noregi hevur 16 ára aldursmark verið galdandi síðan januar 2026.
Í Onglandi er avgjørt at seta sama aldursmark, og ætlanin er, at tað kemur í gildi í apríl 2027.