Tingkvinnan Sunnvá Dahl Høgfeldt vil hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, hvørjar reglur eru galdandi fyri el-súkklur í føroysku ferðsluni.
Hon hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini.
Spyr um ferð og aldursmark
Tingkvinnan vil vita, hvørjar ferðslureglur eru galdandi fyri el-súkklur, og hvør hámarksferðin er.
Hon spyr eisini, um aldursmark er fyri at koyra á el-súkklu, og um ymiskar reglur eru galdandi fyri ymisk sløg av el-súkklum.
Børn og ung brúka el-súkklur
Bakgrundin er, at el-súkklur eru vorðnar alsamt vanligari í Føroyum. Sambært fyrispurninginum síggjast eisini børn og ung koyra á el-súkklu.
Sunnvá Dahl Høgfeldt vísir á, at foreldur og onnur eru í iva um, hvørjar treytir eru galdandi. Hon vil tí hava reglurnar nágreinaðar, so greitt verður, hvør hevur loyvi at koyra á el-súkklu, og um serlig aldursmørk ella aðrar treytir eru galdandi.