Ongi úrslit

Oyggjaleikir 2027: Runavík skal hýsa fimleikinum

Altjóða oyggjaleikaumboð hava vitjað Runavík, har Bylgjan verður kappingarstaðurur fyri fimleikin á Oyggjaleikunum í 2027.

Edmund Jacobsen
6. juli kl. 06:52

Umboð úr teimum 24 limaoyggjunum í IIGA og úr altjóða oyggjaleikanevndini eru í hesum døgum á undanvitjan í Føroyum.

Í dag vitjaðu tey í Runavíkar kommunu. Har høvdu limaoyggjarnar verkstovu í Løkshøll, og ferðalagið vitjaði eisini Bylgjuna, har fimleikakappingarnar skulu vera, tá Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya í 2027.

Runavík fær týðandi leiklut

Tóri Højgaard, virkandi borgarstjóri, beyð gestunum vælkomnum, tá kommunan bjóðaði ferðalagnum døgurða.

Hann segði, at tað er bæði ein heiður og ein ábyrgd, at ítróttastøð í kommununi eru vald til Oyggjaleikirnar.

Runavíkar kommuna hevur umleið 4.500 íbúgvar og er triðstørsta kommuna í Føroyum.

Ítrótturin stendur sterkur

Í Runavíkar kommunu eru 20 skrásett ítróttafeløg við tilsamans umleið 3.300 limum.

Sambært Tóra Højgaard vísir hetta, at ítróttur ikki er eitt hjávirksemi í kommununi, men ein týðandi partur av lokalsamfelagnum.

Hann vísti eisini á, at Oyggjaleikirnir krevja gott samstarv millum kommunur, ítróttasambond, feløg, sjálvboðin og fyriskiparar.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56