Ongi úrslit

Pallborðskjak um sang, samfelag og sjálvstøðu í Reinsarínum

Hvønn leiklut spælir mentan í lokalum samleika og altjóða viðurskiftum? Tað verður ein av spurningunum, sum verða umrøddir á pallborðskjaki í Reinsarínum týskvøldið.

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Týskvøldið 29. september frá klokkan 18 til 20 verður pallborðskjak í Reinsarínum undir heitinum Sangur – Samfelag – Sjálvstøða.

Tiltakið er partur av Pan-ArcticVision, sum hevur til endamáls at skapa sambond og felagsskap tvørtur um landamørk í Norðri. Við tónleiki og list verður roynt at styrkja mótstøðuførið og skapa burðardygg lokalsamfeløg.

Á pallborðskjakinum verður sjóneykan millum annað sett á sambandið millum mentan, samleika og sjálvstøðu.

Føroyar hava egið mál, flagg, mentan og tónleik, men samstundis eru stórir spurningar um føroyskan samleika og framtíðarstøðu framvegis aktuellir. Fyriskipararnir vísa millum annað á støðuna hjá føroyska málinum millum ung og kjakið um sambandið við Danmark og umheimin.

Spurt verður millum annað, hvør leiðin hjá Føroyum er frameftir, hvussu líknandi spurningar verða viðgjørdir aðrastaðni í Norðri, og hvønn leiklut mentan og list spæla í hesum.

Høgni Hoydal luttekur

Tiltakið byrjar við, at stjórin og listamaðurin Amund Sjølie Sveen greiðir frá Pan-ArcticVision og hugskotinum um at savna tónleikarar og listafólk fyri at byggja ein felagsskap tvørtur um landamørk í Norðri.

Síðani fer Høgni Hoydal at greiða frá sínum tonkum um støðuna í Føroyum í dag og møguleikunum fyri framtíðina.

Eftir hetta verður pallborðskjak undir heitinum Sangur – Samfelag – Sjálvstøða. Her fara tónleikarar, listafólk og mentanarstarvsfólk úr Arktis at umrøða týdningin, sum list og tónleikur hava fyri samleikan hjá einum samfelagi og einum fólki.

Eisini verður komið inn á týdningin av máli, flaggi og lokalum tónleiki. Luttakararnir í pallborðinum eru tónleikarar og onnur innan mentan, sum eru knýtt at Pan-ArcticVision.

Ókeypis konsert á Blábar

Eftir pallborðskjakið heldur kvøldið fram á Blábar.

Klokkan 20.30 verður konsert við Dóttir úr Føroyum, Ivar Beddari úr Noregi/Sápmi og Niko Valkeapää & Miro Mantere úr Finnlandi/Sápmi.

Bæði pallborðskjakið og konsertirnar eru ókeypis.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49