Palliativa toymið í Sjúkrahúsverkinum hevur víðkað tænastuna. Frá 1. september 2026 kunnu allir sjúklingar við lívshóttandi sjúku og tørvi á serkønari palliativari hjálp ávísast til toymið. Bæði kommunulæknar og sjúkrahúslæknar kunnu ávísa sjúklingar.
Ávísingin verður send í Cosmic. Hon skal millum annað fevna um sjúkrasøgu og almenstøðu hjá sjúklinginum, ávísingardiagnosu og eina lýsing av palliativa tørvinum og sjúkueyðkennunum. Talan kann til dømis vera um pínu, vaml, trongd ella angist. Sjúklingurin skal hava givið samtykki.
Fleiri fakbólkar samstarva
Palliativa toymið er tvørfakligt og heldur til á Medisinska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum. Í toyminum eru yvirlæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og skrivari.
Toymið hevur harumframt tætt samstarv við fysioterapeut, ergoterapeut, kostráðgeva, prest og sálarfrøðing í Sjúkrahúsverkinum. Eisini verður samstarvað við viðkomandi stovnar, deildir og heimatænastur kring landið.
Endamálið er betri lívsgóðska
Endamálið við palliatión er at bøta um lívsgóðskuna hjá sjúklingum við lívshóttandi sjúku og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á at fyribyrgja og linna líðing og at hjálpa við likamligum, sálarligum, psykososialum og andaligum trupulleikum.
Metir palliativa toymið, at ein sjúklingur ikki hevur tørv á serkønari palliativari hjálp, verður samband tikið við læknan, sum hevur ávíst sjúklingin. Síðani verður ein ætlan løgd í felag.