Ongi úrslit

Pauli Rasmussen í altjóða ljóskastaranum: Evropeiska hondbóltssambandið peikar á strandingin undan U20-EM

Pauli Rasmussen er millum fimm spælarar, sum EHF heldur vera serliga spennandi at fylgja, nú U20-EM í hondbólti fer av bakkastokki í Rumenia.

Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Strandingurin Pauli Rasmussen fær nú altjóða uppmerksemi, áðrenn føroyska U20-landsliðið fer undir EM-endaspælið í Rumenia mikudagin.

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, hevur sett 19 ára gamla bakkspælaran á ein lista við fimm spælarum, sum eru serliga verdir at fylgja í kappingini.

EHF vísir á, at Pauli Rasmussen hevur verið toppskjútti hjá StÍF, eisini í Evropa, og at hann skoraði 27 mál fyri Føroyar í U19-HM í fjør.

Sambært EHF verður hann aftur hesa ferð eitt av týdningarmestu álopsvápnunum hjá Føroyum.

Føroyar byrja móti Serbia

Pauli Rasmussen hevur seinastu árini gjørt vart við seg í heimligu kappingini, í Evropa og á føroysku landsliðunum. Hann hevur eisini fingið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.

Eftir EM-endaspælið skiftir hann úr barndómsfelagnum StÍF til danska felagið TMS Ringsted.

Føroyar eru í bólki B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi. Fyrsti dysturin verður móti Serbia mikudagin klokkan 17.30. Síðani spæla Føroyar móti Turkalandi hósdagin og Sveis leygardagin.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

13 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47