Ongi úrslit

Pele er farin

Kanska besti fótbóltsspælari nakrantíð, brasilski Pele, doyði í gjár, 82 ára gamal

Steinar Patursson
30. desember 2022 kl. 08:51

Seint í gjár frættust boðini, at brasilski fótbóltsúrmælingurin, Pele, er deyður, 82 ára gamal.

Pele, sum av mongum verður hildin at vera besti spælararin, ið nakrantíð hevur spælt fótbólt, er einasti spælari at vinna HM steypið tríggjar ferðir - í 1958, í 1962 og aftur í 1970.

Pele, ella Edson Arantes do Nascimento, sum hann æt, hevði í fleiri ár stríðst við trupulleikum við nýrunum og við prostata, og í september í fjør varð hann lagdur undir skurð fyri at taka burtur ein svull úr langanum.

Men í gjár kundi Albert Einstein sjúkrahúsið í Sao Paolo vátta, at Pele var deyður orsakað av gøgnsviki í sambandi við krabbamein í langanum.

Pele byrjaði sína lívsleið sum yrkisfótbóltsleikari fyri Santos sum 15 ára gamal, og endaði hana sum partur av New York Cosmos liðnum.

Sambært hagtølunum megnaði Pele at skjóta heili 1281 mál í 1363 dystum, og bara í 1959 skjeyt hann 126 mál.


Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

10 tímar síðan

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29