Nú er ein skipan um leigustuðul komin í gildi, at tey, sum hava lágar inntøkur, kunnu fáa upp í 1.500 krónur um mánaðin í leigustuðuli.
Men nú fer Landsstýrið eisini at seta eina kunngerð í gildi sum skal tryggja, at leigustuðulin ikki fer at fáa ávirkan á pensjónina.
Eisini pensjónistar, sum fáa persónliga viðbót, slulu fáa fullan ágóða av leigustuðlinum, sigur Landsstýrið.
Verður kunngerðin ikki broytt, telur leigustuðulin við sum inntøka tá ið Almannaverkið skal rokna út, hvussu nógva persónliga viðbót ein pensjónistur kann fáa og sostatt hevði tann persónliga viðbótin helst lækkað.