Ongi úrslit

PET ávarar: Russland fyrireikar sabotasju í Danmark

Danska fregnartænastan PET sigur, at russiskar fregnartænastur ítøkiliga leggja til rættis og fyrireika sabotasju í Danmark.

© PET.
Hóttanin fyri russiskari sabotasju í Danmark er høg, og PET sær ítøkilig tekin um, at Russland leggur til rættis og fyrireikar skemdarverk.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Hóttanin fyri russiskari sabotasju í Danmark er høg, og PET sær ítøkilig tekin um, at Russland leggur til rættis og fyrireikar skemdarverk. Serliga fyritøkur í verjuídnaðinum og fyritøkur, sum hava samband við hernaðarliga stuðulin til Ukraina, eru útsettar.

PET leggur tó dent á, at fregnartænastan ikki hevur upplýsingar um nakað ítøkiligt álop, sum er í umbúna á einum ávísum staði ella einum ávísum tidspunkti.

Verva fólk á netinum

Sambært PET er ein partur av russiska arbeiðsháttinum at verva fólk á netinum til smærri uppgávur. Tað kann fara fram á sosialum miðlum, spælpallum og boðtænastum sum Telegram.

Uppgávurnar kunnu eitt nú vera at taka myndir ella upptøkur av fyritøkum, goymslum, akførum ella atkomuviðurskiftum. Gjald kann millum annað verða latið í kryptogjaldoyra.

PET heitir á viðkomandi fyritøkur um longu nú at meta um trygdina og bera skjótt at, um tær varnast óvanligar hendingar ella óvanligan áhuga fyri virkseminum.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50