Ongi úrslit

Petur var eisini bestur í oktober

Annan mánaðin á rað fór Petur Knudsen úr NSÍ avstað við heiðurinum sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum

Feðgarnir, Jens Martin og Petur Knudsen - Mynd: Hans Erik Danielsen
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
2 tímar síðan

Eftir eitt framúr kappingarár hevur Petur Knudsen enn einaferð fingið viðurkenning fyri avrikini á vøllinum. Mánakvøldið, undan landsliðsvenjingini á Tórsvølli, varð hann kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum fyri septembur og oktober.

Petur varð eisini valdur besti spælari í august. Harumframt skoraði hann í avgerandi FM-dystinum í næstsíðsta umfari, tá NSÍ tryggjaði sær meistaraheitið, og endaði samstundis kappingarárið sum toppskorari í landskappingini.

– Hetta hevur verið eitt framúr gott kappingarár, og at enda upp á hendan mátan er fantastiskt, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var pápin, landsliðslegendan Jens Martin Knudsen, sum handaði Peturi heiðurin saman við gávubrævi frá Bygma Balslev og einari heiðursplátu frá Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt Petur Knudsen vóru eisini liðfelagarnir Daniel Obbekjær og Viljormur Davidsen tilnevndir til heiðurin sum besti spælari í september og oktober.

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

Í gjár kl. 20:35