Ongi úrslit

Pfizer og BioNTech lata koppseting til OL

Allir íðkarar og venjarar fáa boðið covid-19 koppseting áðrenn olympisku leikirnar í Tokyo í summar. Altjóða olympiska nevndin samstarvar við limalondini um at avgreiða koppsetingina

Steinar Patursson
6. mai 2021 kl. 17:32

Heilivágsfyritøkurnar Pfizer og BioNtech hava nú gjørt avtalu við altjóða olympisku nevndina um at veita koppseting til allar íðkararnar til komandi olympisku leikirnar og paralympisku leikirnar í Tokyo.

Tað boðar olympiska nevndin frá á heimasíðuni í dag.

Olympiska nevndin sigur, at avtalan er gjørd við heilivágsfyritøkurnar um at veita skamtar til allar íðkararnar, venjararnar og starvsfólkini, ið skulu taka lut á leikunum, og at arbeitt verður í samstarvi við olympisku nevndirnar og myndugleikarnar í einstøku limalondunum um at fáa koppsetingarnar avgreiddar.

- Hetta er ikki bert til at skapa eitt trygt umhvørvi til íðkararnar, men eisini av virðing fyri íbúgvunum í Japan, sigur altjóða olympiska nevndin.

- Vit heita á allar íðkarar og luttakandi ferðalið til komandi olympisku leikir og paralympisku leikir at vera fyrimyndarlig og lata seg koppseta, tá tað ber til, sigur Thomas Bach, forseti í altjóða olympisku nevndini.

Altjóða olympiska nevndin ger kortini greitt, at talan er ikki um skamtar, ið verða tiknir aðrastaðni frá, men at skamtarnir koma aftrat verandi koppsetingarkvotum.

- At veita koppseting til íðkarar á leikunum er ein av týðandi mátunum at tryggja, at leikirnir eru so tryggir og góðir sum gjørligt, sigur Ugur Sahin, ið er ein av stovnarunum hjá BioNTech.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

Í gjár kl. 12:17