6. apríl tapti Víkingur 1-0 í Klaksvík. Tað var í fjórða umfari, og tá var úrtøkan hjá Víkingi ein sigur, ein javnleikur og tvey tap.
Síðani hevur Víkingur ikki tapt. Í dag vann Víkingur 2-0 í Gundadali ímóti B36. Nú Víkingur fer í summarfrí frá landskappingini er úrtøkan fimm sigrar, átta javnleikir og framvegis tvey tap. Víkingur er á fjórða plássi við 26 stigum. Tað er eitt stig fram til bronsuplássið og B36.
Í tveimum teimum fyrstu umførunum eftir summarsteðgin eru mótstøðuliðini hjá Víkingi EB/Streymur (ú), B68 (h) og Skála (ú), áðrenn Víkingur 21. august fær vitjan av B36.
Meðan tað gongur sum eftir ánni hjá Víkingi, er tað steðgað upp hjá B36, sum ikki hevur vunnið síðani 25. mai, tá ið tað endaði við 1-0 heimasigri ímóti 07 Vestur. Síðani tá hava úrslitini hjá B36 verið 4-4 ímóti B68 (ú), 0-3 ímóti NSÍ (ú), 0-3 ímóti HB (h), 2-2 ímóti EB/Streymi (ú) og so í dag 0-2 á heimavølli ímóti Víkingi.
Miðskeiuðis í seinna hálvleiki sá Jákup Johansen hjá Víkingi gula kortið fyri aðru ferð, men hóast teir í B36 í tað mesta av einum hálvum tíma vóru 11 ímóti 10, so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Bárð á Reynatrøð. Tá var støðan longu 2-0 til Víking. Aron Benjaminsen legði undan steðginum víkingarnar framum eftir fínt einmansavrik og gott langskot, og Jákup Johansen økti beinanvegin eftir steðgin um munin til 2-0. Aron Benjaminsen hevur nú skorað seks mál, og tað er bara Simon Jørgensen hjá Skála, sum hevur skorað fleiri mál enn hann.
Á Argjum vann EB/Streymur 2-1 ímóti AB. Hetta var av álvara takk fyri seinast, tí tíðliga í kappingini vann AB 3-0 við Margáir. Virgar Jónsson legði úr stuttari fjarstøðu EB/Streym á odda eftir 20 minuttir, og 20 minuttir undan leikloki var tað Jón Steingrímsson, sum javnaði, tá ið hann fyhri aðru ferð í ár var málskjútti í Meistaradeildini. Undan dystinum varð AB roknað at vera favorittur, men tað var EB/Streymur, sum stórar tíggju minuttir undan leikloki skoraði 2-1 sigursmálið. Málskjútti var innskifti Sowe Ba Lamin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti.
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur er á sjeynda plássi við 17 stigum. Tað eru og at tað eru trý stig fram til AB og sætta plásið, og tað eru trý stig aftur til Skála, sum er á áttanda plássi.
Í kvøld hittust Skála og B68, sum undan dystarbyrjan bæði vóru undir strikuni. Skála vann 1-0 við máli, sum innskifti Markus Isaksen skoraði tríggjar minuttir undan leikloki. Avgerandi fyri dystargongdina var tað, at B68 verjuspælarin Aron Reinert Hansen miðskeiðis í seinna hálvleiki sá beinleiðis reytt kort fyri at nýta neyðbremsuna.
Í gjárkvøldið endaði tað málleyst í toppuppgerðini í Runavík, har NSÍ hevði vitjan av KÍ.
Í morgin verður síðsti dystur í Meistaradeildini undan summarsteðginum, tá ið 07 Vestur fær vitjan av HB.
NSÍ | 16 | 10 | 4 | 2 | 30 | 16 | 34 |
KÍ | 16 | 8 | 7 | 1 | 31 | 12 | 31 |
B36 | 16 | 7 | 6 | 3 | 27 | 20 | 27 |
Víkingur | 16 | 6 | 8 | 2 | 24 | 16 | 26 |
HB | 15 | 6 | 3 | 6 | 24 | 22 | 21 |
AB | 16 | 6 | 3 | 8 | 22 | 25 | 20 |
EB/Streymur | 16 | 4 | 5 | 7 | 18 | 23 | 17 |
Skála | 16 | 3 | 5 | 8 | 15 | 24 | 14 |
07 Vestur | 15 | 4 | 1 | 10 | 11 | 26 | 13 |
B68 | 16 | 3 | 3 | 10 | 17 | 35 | 12 |