Nýggjastu PISA-úrslitini, sum vórðu almannakunngjørd 8. september, vísa, at fakliga afturgongdin hjá norðurlendskum næmingum heldur fram. Gongdin hevur verið neilig í umleið eitt áratíggju, og øll fimm londini hava nú skrásett síni lægstu úrslit í lesing og støddfrøði, síðan PISA-kanningarnar byrjaðu.
Danmark fallið nógv í lesing
Í Danmark er úrslitið fallið 29 stig í lesing, 18 stig í støddfrøði og 16 stig í náttúrufakum samanborið við PISA 2022. OECD metir, at afturgongdin í lesing og støddfrøði svarar til umleið hálvtannað til tvey læruár.
Í Noregi eru úrslitini nú fyri fyrstu ferð síðan 2006 undir OECD-miðaltalinum í øllum trimum fakøkjunum. Í Svøríki er úrslitið í lesing fallið 21 stig og í støddfrøði 18 stig síðan 2022.
Finnland stendur seg framvegis best av norðurlondunum, men eisini har eru úrslitini versnað. Ísland liggur undir bæði OECD-miðaltalinum og hinum norðurlondunum. Bara 56 prosent av íslendsku næmingunum hava grundleggjandi lesiførleika, samanborið við 78 prosent í 2015.
Norðurlond kanna, hví úrslitini versna
Norðurlendska ráðharraráðið fór í 2024 undir at kanna orsøkirnar til versnandi úrslitini. Ein felags norðurlendsk verkætlan skal savna vitan, samanbera royndir og koma við tilmælum til framtíðar útbúgvingarpolitikk. Endaligu niðurstøðurnar verða væntandi tøkar síðst í 2027 ella fyrst í 2028.
– PISA staðfestir, at vit standa mitt í einari sera álvarsamari lærukreppu, sigur danski undirvísingarmálaráðharrin Magnus Heunicke.
Føroyar luttaka ikki sum sjálvstøðug OECD-eind í PISA og hava tí eingi almenn OECD-PISA-úrslit.