Ongi úrslit

Portugal og Pólland og Algeria vera mótstøðuliðini

Føroyar fara at spæla í Magdeburg í HM endaspælinum fyri menn í hondbólti

Jóannes Hansen
4 tímar síðan

So er tað greitt, at Føroyar í HM endaspælinum í manshondbólti, sum verður í januar 2027, fara at spæla í Magdeburg.

Lutakastið lagaði seg soleiðis, at Føroyar í innleiðandi umfarinum fara at spæla ímóti Portugal, Póllandi og Algeria.

Føroyar eru í øðrum styrkisraði. Portugal er í fyrsta styrkisraði, Pólland er í triðja styrkisraði, og Algeria er í fjórða styrkisraði.

Pólland og Algeria verða roknað at vera millum góðu liðini í ávikavíst triðja og fjórða styrkisraði.

Bólkarnir

Bólkur A: Týskland, Serbia, Tunesia og Uruguay

Bólkur B: Egyptaland, Italia, Kap Verde og Saudi-Arabia

Bólkur C : Kroatia, Spania, Kili og Turkaland

Bólkur D: Argentina, Frakland, Brasilia og Kuwait

Bólkur E: Svøríki, Norra, Grikkaland og Katar

Bólkur F: Portugal, Føroyar, Pólland og Algeria

Bólkur G: Danmark, Slovenia, USA og Angola

Bólkur H: Ísland, Norðurmakedonia, Bahrain og Japan

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis, nú lutakastið hevur verið:

Portugal, FØROYAR, Pólland og Algeria

Tað er nú greitt, at Magdeburg verður heimstaðurin hjá føroyska manslandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2027. Ein møgulig millumrunda verður leikt í Hannover. Við lutakastinum í München í dag gjørdist eisini greitt, at mótstøðuliðini verða Portugal, Pólland og Algeria.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Hósdagin 14. januar: Føroyar – Algeria

Leygardagin 16. januar: Føroyar – Pólland

Mánadagin 18. januar: Portugal – Føroyar

Dystirnir verða leiktir í GETEC Arena, sum tekur uml. 6.500 áskoðarar. Sum áður kunnað um, so eru sera nógv atgongumerkið longu seld, bæði til innleiðandi bólkaspælið og millumumfarið. Tað er tískil skilagott, at keypa sær atgongumerkir beinanvegin á heimasíðuni www.handball2027.com

Til seinasta EM, í 2026, gjørdist Portugal nummar 5, Pólland nr. 21. Føroyar gjørdust nummar 13.

Til seinasta HM, sum var í 2025, gjørdist Portugal nr. 4, Pólland nr. 25 og Algeria nr. 30. Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.

Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til millumumfarið í Hannover. Liðið, sum verður nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í Magdeburg. Atgongumerkini til millumumførini eru eisin sett til sølu á www.handball2027.com

Mest lisið hesa vikuna

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Sluppu væl frá ógvusligum ferðsluóhappi

4. juni kl. 09:15

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00