Ongi úrslit

Poul fær møguleikan í kvøld

Tríggjar skiftingar eru í verjuni, ein er á miðvøllinum, ein í álopinum, og Áki D. Samuelsen, sum hevur verið eyðsýndur tvær tær undanfarnu ferðirnar, er í kvøld á beinkinum

Jóannes Hansen
2. oktober kl. 19:00

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Nations League dystinum á Tórsvølli millum Føroyar og Slovakia. Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í vakra heystarkvøldinum.

Í kvøld hevur landsliðsvenjarin skift seks spælarar út, tá ið sammett verður við týskvøldið í Moldova. Tríggir av fimm verjuspælarum eru nýggir og Petur Knudsen fær aftur í kvøld møguleikan sum fremsti maður. Í Moldova var Adrian Justinussen fremsti maður frá dystarbyrjan.

Á sentrala miðvøllinum er Jóannes Bjartalíð aftur undir liðini á Géza Dávid Turi. Á tí plássinum var Mattias Hellisdal í Moldova.

Kanska mest óvæntaða broytingin er, at Poul Kallsberg, sum í Hillerød IF í næstbestu donsku deildini er fastur maður á liðnum, í kvøld er í framrættaða plássinum í høgru. Tvær tær undanfarnu ferðirnar hevur Áki D. Samuelsen verið í tí plássinum. Hann hevur staðið seg væl, og tað var hann, sum ímóti Kasakstan legði Føroyar á odda 1-0. Men í kvøld er hann millum teir, sum sita á beinkinum, og Poul Kallsberg, sum í 1-1 javnleikinum ímóti Kasakstan avloysti Áka, tá ið tað vóru 10 minuttir eftir, er millum teir fyrstu ellivu. Hetta er fjórða ferðin, at hann verður á landsliðnum.

Í verjuni er uppstillingin í kvøld tann sama, sum hon var á heimavølli ímóti Kasakstan. Tað vil siga, at Odmar Færø er aftur í plássinum í miðverjuni, har Samuel Johansen Chukwudi var í Moldova, og at Jóannes K. Danielsen og Martin Agnarsson eru á vongverjunum, sum ávikavíst Jann J. Benjaminsen og Viljormur Davidsen røktu í Moldova.

 

 Føroyar - Slovakia kl. 19.45

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Poul Kallsberg, Jóannes Bjartalíð, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Petur Knudsen

Á føroyska beikinum eru Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Samuel Johansen Chukwudi, Emil Weihe Joensen, Heini Vatnsdal, Jørgen Nielsen, Áki D. Samuelsen, Adrian Justinussen, Aron Benjaminsen, Jann J. Benjaminsen og Mattias Hellisdal

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55