Ongi úrslit

Privatisering av náttúruni og mentanararvinum

Bjarni K. Petersen, løgtingsmaður
8 tímar síðan

Eitt er, at landsstýrismaðurin niðurbrýtir álitið á okkara landsumsiting, tá mann bara soleiðis uttan víðari kann keypa sær eina tulking frá einum advokati í býnum fyri tíggju túsindtals krónur, um tulkingin hjá hansara egnu umsiting ikki passar við sjónarmiðini hjá landsstýrismanninum.

Hitt er, at eg eri nú vorðin sannførdur um, at Fólkaflokkurin er í ferð við at royna at avhenda okkara lógartryggjaðu rættindi til at ganga úti í náttúruni, og okkara sjálvsagda rætt til at vitja okkara fornminni og mentanararv, soleiðis at nøkur privatfólk kunnu vinna pening burtur úr tí.

Hetta er alt annað enn liberalt, og hetta er alt annað enn vinnuvinarligt. Eg haldi ikki at nakar bóndi skal forvinna pengar bert uppá at ein barnafamilja fer at hyggja eftir Kirkjubømúrin, at ein danskari kann vitja grøvina hjá ommu og abba hansara, ella at ein fyritøka fer ein starvsfólkadag uppi á Slættaratindi.

Eg haldi at um hesi fólkini vilja forvinna pening, so skal tað verða við at selja tænastur - ikki bara fyri atgongd.

Men tað vil Jacob Vestergaard. Spurningurin er nú, um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eisini í hesum málinum leggja seg flatar fyri linjuni, sum landsstýrismaðurin hevur sett.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13