Ongi úrslit

Professari á Setrinum hevur fingið tríggjar altjóða viðurkenningar

Qin Xin hevur eina drúgva altjóða granskingaryrkisleið og hevur skrivað ella verið við til at skriva meira enn 200 javnlíkamettar vísindaligar greinar í altjóða tíðarritum og ráðstevnuritverkum

setur.fo
1 tími síðan

Qin Xin, sum er professari í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í summar fingið tríggjar altjóða viðurkenningar fyri gransking sína í m.a. teldutøkni, vitlíki, optimering og KT-trygd.

Fyrstu heiðurslønina, Outstanding Contribution to the Research Award, fekk Qin Xin á altjóða ráðstevnuni International Conference on Sustainable Computing and Communication Technologies (ICSCCT 2026), sum varð hildin á University of Malta 20.–21. juni.

Heiðurslønin varð latin fyri framúrskarandi gransking og týðandi íkast til menningina av burðardyggari teldu- og samskiftistøkni. Qin Xin hevði eisini leiðandi fakligar uppgávur í sambandi við ráðstevnuna.

Aðru heiðurslønina, Research Excellence Award, fekk hann á International Conference on Advances in Mathematics for Artificial Intelligence and Applications (ICAMAIA 2026) í India 19.–20. juni.

Hendan heiðurslønin varð latin fyri gransking hansara í nýttum vitlíki, m.a. annað í at nýta vitlíki og optimering til at betra um avrik í tøkniligum skipanum og til framkomna avgerðartøku. Qin Xin helt eisini høvuðsfyrilestur á ráðstevnuni umvegis netið.

Triðja viðurkenningin er eitt Certificate of Publication frá vísindaforlagnum IGI Global Scientific Publishing fyri granskingaríkast hansara til bókina Advancing Cybersecurity at the Intersection of Parallel Computing and Blockchain.

Qin Xin er ein av trimum ritstjórum í hesi bókaútgávuni, sum viðger nýggjar KT-trygdarloysnir við serligum denti á parallella teldutøkni og blockchain.

Meira enn 200 vísindaligar greinar
Qin Xin hevur eina drúgva altjóða granskingaryrkisleið og hevur skrivað ella verið við til at skriva meira enn 200 javnlíkamettar vísindaligar greinar í altjóða tíðarritum og ráðstevnuritverkum.

Gransking hansara fevnir m.a. um algoritmur fyri tráðleys samskiftiskervi, kryptografi, talgild gjaldoyru og optimering, umframt nýtslu av hesum til torgreidda avgerðartøku.

– Eg eri sera fegin um at fáa hesar viðurkenningarnar. Tær endurspegla tað livandi og samstarvssinnaða granskingarumhvørvið á Fróðskaparsetri Føroya og týdningin av altjóða samstarvi fyri menningina av teldufrøði. Eg eri takksamur fyri stuðulin frá starvsfeløgum mínum og frá Setrinum, sigur Qin Xin.

Qin Xin tók ph.d.-prógv í teldufrøði á University of Liverpool í 2004 eftir bara tvey ára granskingarlestur. Áðrenn hann byrjaði á Fróðskaparsetrinum í 2011, arbeiddi hann sum granskari á University of Bergen og Simula Research Laboratory í Noregi og á Université catholique de Louvain í Belgia.

Hann hevur eisini havt fleiri faklig álitisstørv í altjóða granskingarumhvørvinum og verið við til at skipa fyri nógvum altjóða ráðstevnum. Millum annað var hann við til at skipa fyri norðurlendsku algoritmuráðstevnunum SWAT 2020 og SWAT 2022, sum báðar vórðu hildnar í Havn.

Fróðskaparsetur Føroya ynskir Qin Xin hjartaliga til lukku við teimum trimum altjóða viðurkenningunum og hansara áhaldandi íkasti til altjóða gransking í teldufrøði!

Starvsfólkavangi hjá Qin Xin á Pure

Qin Xin á Google Scholar

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06