Ongi úrslit

Psykiatriski depilin flytir í nýggj høli: Øll eru vælkomin til opið hús sunnudagin

Psykiatriski depilin flytir innleggingardeildina og ambulatoriið í H-bygningin fyri jól. Sunnudagin 22. november fær almenningurin høvi at síggja nýggju hølini.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Sjúkrahúsverkið bjóðar sunnudagin 22. november til hátíðarløtu og opið hús í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Tiltakið verður hildið í sambandi við, at innleggingardeildin og ambulatoriið hjá Psykiatriska deplinum flyta í nýggj høli fyri jól.

Frá klokkan 14 til 16 verður hátíðarløta fyri tey, sum arbeiða ella hava arbeitt á Psykiatriska deplinum.

Frá klokkan 17 til 19 verður opið hús, har øll eru vælkomin.

Vitjandi kunnu síggja nýggju hølini, hitta starvsfólkini og hoyra meira um virksemið hjá Psykiatriska deplinum.

Atgongd er um nýggju høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum. Haðani verður víst við skeltum til innleggingardeildina í H-bygninginum.

Sjúkrahúsverkið bjóðar øllum áhugaðum at koma á gátt.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08