Ongi úrslit

Rasmus Paludan skal aftur í rættin í máli um brendar Koranir

Lutir sum síggja út sum trúarlig rit, eru eisini fevnd av lógini

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Rasmus Paludan, stovnari av flokkinum Stram Kurs, skal aftur í rættin, ákærdur fyri óhóskandi viðgerð av Koranini.

Hann gjørdist kendur fyri at eld á Koranir á almennum støðum runt Danmark og í Svøríki.

Rasmus sum eisini er advokatur, var í Føroyum í 2023, og var tá boðin í Kringvarpið til eina samrøðu.

Málið hann nú skal í rættin fyri, snýr seg um fimm hendingar framman fyri sendistovur í Keypmannahavn í 2025.

Sambært einum ákæruriti, sum Ritzau hevur fingið innlit í, snúgva hendingarnar seg um sendistovurnar hjá Indonesia, Turkalandi og Pakistan.

Paludan noktar seg sekan. Við Ritzau sigur hann, at hann metir, at ákæruvaldið fer eftir einum fongsulsdómi.

Í ákæruritinum stendur tó ikki, hvørja ítøkiliga revsing ákæruvaldið krevur, men bert at hann verður kravdur at fáa revsing.

Paludan sigur eisini, at eingin Koran ella bók, sum sá út sum ein Koran, var brend í teimum fimm hendingunum.

Í mai 2025 bleiv Paludan dømdur í einum øðrum máli eftir koranlógini. Hann fekk 10 dagbøtur á 1.000 krónur, tilsamans 10.000 krónur.

Málið snúði seg um eina hending undir Fólkafundinum í Allinge á Bornholm í 2024.

Paludan hevur fingið loyvi at kæra dómin til Eystara Landsrætt, og kærumálið er ásett til 3. desember 2026.

Lógin bleiv samtykt í 2023 og sett í gildi 14. desember sama ár. Hon ger tað revsivert alment at fremja óhóskandi fysiska viðgerð av trúarligum ritum, sum hava týðandi trúarligan týdning fyri eitt góðkent trúarfelag.

Tað sama er galdandi fyri lutir, sum síggja út sum slík rit. Brot á lógina kunnu revsast við bót ella fongsli í upp til tvey ár.

Lógin er galdandi í Danmark, men ikki í Føroyum og Grønlandi, sambært retsinformation.dk

Nýggja málið móti Paludan skal eftir ætlan viðgerast í Københavns Byret í januar 2027.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03