Ongi úrslit

Rendi á lyktapela

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Løgreglan hevði tvær rúsdrekkakoyringar á skránni í gjár.

Fyrra málið var stutt undan klokkan átta um morgunin í Saltangará, har ein bilur rendi á ein lyktapela. Tá løgreglan kom á staðið, varð illgruni um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd varð tikin, og viðkomandi er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Seinni sama kvøldið, um átta-tíðina, steðgaði løgreglan einum øðrum bilførara í Eysturoy. Eisini í hesum førinum varð staðfest, at talan var um rúsdrekkakoyring.

Náttin hevur annars verið hampiliga friðarlig hjá løgregluni. Nakrir persónar, sum vóru ov ávirkaðir av rúsdrekka, fingu tó hjálp, so teir komu trygt heim.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30