Ongi úrslit

Reyði Krossur Føroya hátíðarhelt 100 ára føðingardagin

Tíðindaskriv
1 tími síðan

Fríggjakvøldið 30. oktober varð 100 ára dagurin hjá Reyða Krossi Føroya hátíðarhildin í Skeiva Pakkhúsi.

Til hátíðarhaldið vóru sjálvbodnir virksemisleiðarar, fyrrverandi og núverandi forfólk, stuðlar og samstarvspartar, umboð fyri Reyða Kross úr grannalondunum og umboð fyri landsins leiðslu.

Tað var eitt hátíðarligt og minnisríkt kvøld við røðum, kórsangi og tónleiki, har høvi var at líta aftur á 100 ár av hjálpararbeiði og ikki minst at heiðra tey mongu sjálvbodnu, sum hava verið við til at byggja upp og menna Reyða Kross Føroya gjøgnum árini.

Hátíðarhaldið varð skipað við stórari vælvild og stuðli frá mongum síðum, og vit eru sera takksom fyri øll tey, sum á ymsan hátt vóru við til at gera kvøldið møguligt.

Ein serlig tøkk til Tórshavnar Manskór, undir leiðslu av Jón Festirstein, fyri flottan kórsang og stóra vælvild. Hjartans tøkk til Vibra og til Lív Næs og Trónd Enni fyri vakra tónleikin. Eisini takk til Óluvu Zachariasen fyri at leiða okkum ígjøgnum kvøldið, og til AVlux, Hotel Føroyar og Faroephoto fyri gott samstarv og vælvild.

Hjartans tøkk fyri stuðulin og fyri eitt minniligt kvøld.

Myndir: Faroephoto

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30