Ongi úrslit

Reyði Krossur letur 500.000 krónur til arbeiðið móti ebola í Kongo og Uganda

Sambært nýggjastu tølunum frá Heimsheilsustovninum (WHO) eru fleiri enn 1.700 tilburðir av Bundibugyo-frábrigdinum av ebola staðfestir í DR Kongo og Uganda, og higartil eru fleiri enn 580 fólk deyð av smittuni

Reyði Krossur
5 tímar síðan

Síðan mai mánað hevur stórt ebola-útbrot verið í DR Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika. Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av Ebola, sum er eitt álvarsligt og ofta lívshóttandi frábrigdi. Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til arbeiðið at minka um smittuvandan av vandamikla ebola-frábrigdinum.

Sambært nýggjastu tølunum frá Heimsheilsustovninum (WHO) eru fleiri enn 1.700 tilburðir av Bundibugyo-frábrigdinum av ebola staðfestir í DR Kongo og Uganda, og higartil eru fleiri enn 580 fólk deyð av smittuni.

Tað ger støðuna serliga álvarsliga, at hetta frábrigdið í løtuni ikki hevur nakra góðkenda koppseting ella serstaka viðgerð. Tí eru fyribyrging, skjót smittusporing, kunning, reinføri og lokal tilbúgving avgerandi fyri at avmarka útbrotið. Útbrotið rakar harumframt eitt øki, har nógv fólk frammanundan eru viðbrekin orsakað av vápnaðum ófriði, veikari heilsutilbúgving og stórari fólkaferðslu tvørtur um landamørk. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47