Síðan Russland leyp á Ukraina í 2022, hevur Rheinmetall økt árligu framleiðsluna av kanónskotum úr umleið 70.000 upp í 1,1 millión. Framleiðslan av kanónskotum í miðalstórum kalibri er vaksin úr 800.000 upp í fýra milliónir eindir árliga.
Samstundis er árliga framleiðslan av hernaðarlastbilum vaksin úr 600 upp í 4.500.
Tað er Armin Papperger, stjóri í Rheinmetall, sum sigur, at Týskland er farið fram um USA. Hansara útsøgn er tó ikki váttað av óheftum keldum, skrivar UK Defence Journal.
70.000 starvsfólk í 2030
Rheinmetall hevur nú 44.000 starvsfólk og væntar at hava 70.000 í 2030. Í 2025 fekk fyritøkan heilar 350.000 starvsumsóknir.
Verksmiðjan í Unterlüß skal - við fullari framleiðsluorku - framleiða upp í 350.000 kanónskot um árið.
Rheinmetall væntar ein umsetning á 104 til 112 milliardir krónur í 2026. Tað svarar til ein vøkstur á umleið 40 prosent.