Ongi úrslit

Ríkisfelagsskapurin má gera meira fyri arktiska gransking

© Folketinget
Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Áhugin fyri Arktis veksur skjótt, og tað setir størri krøv til Danmark, Grønland og Føroyar.

Fleiri granskarar óttast, at Ríkisfelagsskapurin kann missa fótafestið, um samstarvið um arktiska gransking ikki verður styrkt.

Serliga verður víst á, at Arktis er vorðið eitt týdningarmiklari øki í altjóða politikk og trygd. Samstundis gerst gransking og vitan um økið, alsamt meira politiskar.

Forum for Arktisk Forskning heldur tí, at Danmark, Grønland og Føroyar eiga at arbeiða tættari saman. Endamálið er at tryggja, at Ríkisfelagsskapurin hevur neyðuga vitan og førleika til at vera við, tá framtíðin hjá Arktis verður umrødd.

Fram ímóti næsta altjóða Polárárinum verður serliga tørvur á nýggjari vitan um veðurlagsbroytingar, náttúru og samfeløg í Arktis.

Sambært granskingarumhvørvinum er hetta tí ikki bara ein spurningur um gransking, men eisini um at tryggja Ríkisfelagsskapinum eina sterka rødd í einum Arktis, sum fær alsamt størri altjóða týdning.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

12 tímar síðan

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01