Trygdarpolitikkur var ovast á dagsskránni, tá stjórnarleiðararnir úr Danmark, Grønlandi og Føroyum hittust á ríkisfundi í Nuuk. Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, staðfesti, at trýstið úr USA framvegis fyllir nógv. Tá KNR spurdi, hvat leiðararnir høvdu brúkt mest tíð til at umrøða, var svarið stutt: trygdarpolitikkur.
– Vit eru sterkari saman
Mette Frederiksen gjørdi samstundis greitt, at ríkisfelagsskapurin ikki kann halda fram óbroyttur.
– Ríkisfelagsskapurin skal endurnýggja seg. Hann skal laga seg at teirri verð, sum hann er partur av, segði hon.
Hon vísti á, at verju- og trygdarpolitikkur nú fyllir munandi meira enn fyri bert fáum árum síðani, tí trygdarpolitiska støðan kring øll trý londini er grundleggjandi broytt.
Formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Jens-Frederik Nielsen, segði eisini, at ein nútímansgerð av ríkisfelagsskapinum hevur verið til umrøðu í fleiri ár.
Føroyar vilja nærri búskaparligum sjálvbjargni
Løgmaður, Beinir Johannesen, legði dent á føroyska ynskið um størri sjálvbjargni. Hann segði, at landsstýrið hevur gjørt av at frysta ríkisveitingina. Tá føroyski búskapurin veksur, verður týdningurin av veitingini tí lutfalsliga minni.
– Tað er eitt stig nærri búskaparligum sjálvbjargni, segði hann.
Løgmaður vísti eisini á fiskivinnu og alivinnu sum dømi um vinnur, ið hava havt góð úrslit. Samstundis undirstrikaði hann, at Føroyar hava tørv á fleiri vinnuligum beinunum at standa á.