Síðani nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag varð tikið í nýtslu, hevur bygningurin víst seg at vera nógv meira enn eitt neyst til kappróðrarbátar. Við sínari serstøku staðseting í hjartanum av miðbýnum og við sínum serstaka byggisniði, er neystið vorðið eitt náttúrligt savningarstað og eitt eyðkenni fyri Klaksvík.
Javnan eru bæði ferðafólk og áhugabólkar á vitjan fyri at síggja bygningin, sum eftir stuttari tíð er vorðin ein áhugaverdur partur av býarmyndini. Ikki minst bera mong eyga við stóra listaverkið hjá Edvard Fuglø, har kappróðrarbáturin Fípan Fagra hevur fingið nýtt lív sum listaverk. Gamli báturin er tikin sundur og hongdur upp á veggin á ein serstakan hátt.
Somuleiðis nýtir Klaksvíkar býráð javnan neystið sum eitt virðiligt stað at taka ímóti gestum. Hølini verða javnan nýtt til fundir, móttøkur og almennar samkomur, tá útlendsk umboð og aðrir gestir vitja í Klaksvík.
Altjóða gestir á vitjan
Í gjár hevði neystið aftur leiklutin sum karmur um vitjan av altjóða gestum, tá Klaksvíkar kommuna bjóðaði luttakarum í Northern Periphery and Arctic Programme og NORA til eina hugnaliga samkomu í neystinum.
Teir yvir 60 gestirnir vóru verkætlanarleiðarar og umboð fyri verkætlanir, sum hava fingið stuðul gjøgnum hesa skipanina. Hesa vikuna eru tey savnaði í Klaksvík, har tey luttaka á fundum og hava skeiðsvirksemi.
Talan er um enn eitt dømi um, hvussu róðrarneystið í dag verður brúkt til nógv ymisk endamál og hevur fingið eitt virkið lív út um sjálvan kappróðurin.
