Tað gjørdist ein kensluborin løta, tá norska landsliðið var heiðrað á Det Kongelige Slot eftir HM-ævintýrið.
Kong Harald tók, saman við familjuni, ímóti spælarum og venjaratoyminum. Kongurin var sjónliga merktur av stóru løtuni.
Sambært VG var tað ein serliga rørandi løta, tá landsliðsvenjarin Ståle Solbakken heilsaði uppá kongin.
Kong Harald segði tá bert, týðiliga rørdur við Solbakken: næstan.
Ståle Solbakken legði hondina á økslina hjá Haraldi. Ein lítil, men sigandi løta millum ein landsliðsvenjara og ein kong, sum vísti, hvussu nógv HM-ferðin hevði merkt bæði spælarar, venjarar og alla norsku tjóðina.
Kong Harald hevur í mong ár verið ein stuðul hjá norskum ítrótti, og tað var sjónligt, at møtið við landsliðið hevði stóran týdning fyri hann.
Mynd: Ola Vatn / Det kongelige hof
Uttanfyri slottið samlaðust fólk í túsindatali, har tey, millum annað, sungu um at tey vildu ugga kongan.
Landsliðið koyrdi spakuliga gjøgnum mannamúgvuna í einum bussi, tá teir fóru avstað aftur.
Mynd: Gabriel Aas Skålevik / VG
Fyri Ståle Solbakken og norska landsliðið gjørdist móttøkan á Slottinum eitt serligt endurgjald eftir eina HM-kapping, sum hevur savnað norsku natiónina.
Sí eisini: Fólkið "rør" saman við Haakon og landsliðnum