Royal Marines hava verið í Føroyum sum partur av hernaðarvenjingini Lion Protector, har teir hava vant saman við donskum herdeildum og føroyskum sjóvinnumyndugleikum.
Tað skrivar heimasíðan hjá Royal Navy.
Venjingin skal styrkja tilbúgvingina í strategiskt týdningarmikla økinum millum Grønland, Ísland og Bretland – sokallaðu GIUK-geilini. Hetta er ein av týdningarmestu sjóleiðunum hjá NATO og JEF í Norðuratlantshavi.

Vandu at taka ræðið á skipum
Royal Marines vandu millum annað at fara umborð á skip, kanna tey og taka ræðið á teimum. Teir vandu eisini við smábátum og í at fara í land á brøttum og torførum føroyskum strondum.
Hermenninir settu harumframt eygleiðingarstøðir upp á bergum, haðani teir fylgdu við skipaferðsluni. Føroyska lendið við brøttum bergum og sundurskornari strandarlinju var ein týðandi partur av venjingini.
Bretski flotaleiðarin Sir Gwyn Jenkins sigur, at afturkoman til Føroya sendir ein greiðan boðskap.
– Bretland, Danmark og hini JEF-londini eru til reiðar at verja sjógvin, oyggjarnar og tær týdningarmiklu leiðirnar, sum halda lond okkara trygg, sigur hann.

Aftur eftir meira enn 80 ár
Royal Marines vóru seinast í Føroyum undir seinna heimsbardaga.
Eftir at Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940, sendi bretski flotin tvey oyðaraskip til Havnar, og 250 Royal Marines vórðu settir í land. Bretar vóru í Føroyum til 1945.
Lion Protector varð hildin frá august til oktober og hevði til endamáls at venja og menna hernaðarlig viðbrøgð í Norðuratlantshavi og Norður-Evropa.