Aftur í gjár ringdi eitt fólk til løgregluna at melda, at onkur hevði ringt í eini roynd at lumpa pengar frá tí.
Nøkur dømi vóru í fyrradagin um, at ein falskur politistur ringdi til fólk fyri at svika seg til pengar.
Í gjár var mannagongdin øðrvísi, tí hesa ferð var tað ein maður sum ringdi og sum segði at hann ringdi frá Nets. Nets er felagið, sum umsitur gjaldskortini.
Boðini vóru, at onkur var í ferð við at taka lán í navninum á viðkomandi.
Men hetta fólkið hevði fylgt við í miðlunum, so tað var longu ávarað og læt seg ikki lumpað. Sostatt gjørdi tað sum rætt var, og legði bara hornið á...
Tað er ómetaliga ringt at uppklára slík mál, men løgreglan sigur, at hesi málini eru send donsku løgregluni ið hevur fólk ið arbeiðir við slíkum.