Barnakonur fáa nú eitt nýtt ókeypis koppsetingartilboð. Koppsetingin fyri RS-virus verður partur av almennu koppsetingartilboðunum til barnakonur.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, setur kunngerðina í gildi 8. juli 2026.
RS-virus er eitt vanligt andaleiðsvirus, sum serliga ger um seg um heystið og veturin. Hjá teimum flestu elvir virusið til mild krímlíknandi sjúkueyðkenni. Men hjá nýføðingum og pinkubørnum kann sjúkan gerast álvarsom og krevja innlegging.
Verjir barnið fyrstu mánaðirnar
Tá barnakonan verður koppsett, verða mótevni flutt frá mammuni til barnið í móðurlívinum. Hetta minkar um vandan fyri, at barnið fær álvarsama sjúku av RS-virusi fyrstu livimánaðirnar.
Mælt verður til, at barnakonur, sum hava termin upp undir ella í RS-virusárstíðini, verða koppsettar í sambandi við triðju fyribyrgjandi barnsburðarkanningina hjá egnum lækna. Tað er vanliga umleið í 32. barnsburðarviku.
Koppsetingin kann gevast frá 24. barnsburðarviku til og við 35+6. Við nýggja tilboðnum eru nú trý ókeypis koppsetingartilboð til barnakonur: fyri kikhosta, influensu og RS-virus.