Fyri tveimum árum síðani vakti tað stóran ans, tá ein danskur rúmdarmaður hevði Merkið við sær út í rúmdina. Nú verður kjakast hart um sama flagg, tí tað situr á ermuni hjá donskum hermonnum.
Tað vísir Helgi Abrahamsen á í einum nýggjum innleggi Helgi á Facebook.
– Men nú er tað ein stórur trupulleiki, at danskir hermenn hava fingið eitt føroyskt flagg seymað á hernaðarbúnan. Boðini eru greið: Flaggið skal berast av rúmdarmonnum og ikki av hermonnum, skrivar Helgi Abrahamsen.
Hann heldur fram:
– Jú, avbjóðingarnar eru nógvar, og um tú leitar væl, finnur tú altíð okkurt at fílast á.
Bjarni vil hava svar frá løgmanni
Orðaskiftið tók dik á seg, eftir at Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, setti løgmanni skrivligan fyrispurning um Merkið á donskum hernaðarbúnum.
Hann vil millum annað hava at vita, um nýtslan er í samsvari við flagglógina, um landsstýrið varð kunnað um avgerðina, og um løgmaður heldur tað vera í lagi, at danska verjan nýtir Merkið.
– At danska verjan nýtir Merkið til at prýða sínar hernaðarbúnar, er ein grundleggjandi spurningur, sum ikki hevur verið viðgjørdur í politisku skipanini, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Nógvar neiligar reaktiónir
Fyrispurningurin hevur elvt til nógvar reaktiónir á sosialu miðlunum, og sambært Bjarna Kárason Petersen hava tær fyri tað mesta verið neiligar.
Hann leggur samstundis dent á, at málið ikki snýr seg um at finnast at føroyingum, sum hava gjørt hertænastu í donsku verjuni.
Sjónarmið hansara um sjálva nýtsluna av Merkinum er tó greitt:
– Av hesi orsøk ynski eg ikki, at Merkið skal brúkast til eitt fyri mínum eygum fremmant hervald. Føroyar skulu ikki integrerast meira í danskan verjupolitikk, tí vit eiga at hava okkara egna. Merkið er okkara og skal umboða Føroyar og føroyskar myndugleikar, ljóðar tað frá Bjarna Kárason Petersen.